Árni heldur fram í somu øði

Í apríl var hann bestur av øllum, og í dag var hann tvífaldur málskjútti umframt at hann legði upp og eisini misnýtti brotsspark

Toftamenn løgdu bragdliga fyri, tá ið greipuvinnararnir úr Klaksvík vóru gestir á Svangaskarði.

 

Stóripinnur hevði verið seks ferðin runt, tá ið B68 setti hol á. Marjus Nón smekkaði bóltin í málið við fínum frísparki, og so var dagsskráin greið. Toftamenn vóru nógv í verjustøðu, og teir vóru væl skipaðir, og tí var tað sum fleiri ferðir fyrr í ár torført hjá KÍ, sum var nógv á bóltinum.

 

Hetta var fimta ferðin, at Marjus Nón var málskjútti í Meistaradeildini og fyrstu ferð í ár, at hann skoraði. Merkisvert er tað, at Marjus Nón hevur skorað fimm mál í bestu landskappingini, og at trý av málunum eru skorað ímóti KÍ.

 

Í síðstu løtu undan steðginum eydnaðist tað KÍ at javna. Filip Brattbakk átti uppleggið úr vinstru, og Árni Frederiksberg heilfluktaði bóltin í málið, og eftir steðgin var Árni Frederiksberg fyri tað mesta í miðdeplinum. Átta minuttir eftir steðgin sendi hann við frísparki og úr 24 metrum bóltin omanfyri manngarðin og í málið, eitt stórt korter undan leikloki misnýtti hann brotsspark, tá ið Tórður Thomsen las støðuna væl og lættliga bjargaði, tá ið Árni royndi seg við sonevnda Panenka brotssparkinum, og Árni átti uppleggini, tá ið Páll A. Klettskarð og síðani innskifti Erlend Hustad skoraðu og KÍ vann 4-1.

 

Árni Frederiksberg er nú toppskjútti í deildini við seks stigum, Páll A. Klettskarð var á sínum 36 ára føðingardegi málskjútti í landskappingini fyri aðru ferð í ár, og innskifti Erlend Hustad var fyri fyrstu ferð málskjútti í Meistaradeildini.

 

2. hvítusunnudag fær KÍ vitjan av AB, og tá fær B68 vitjan av HB.