Arni Kjærbo 85 ár

Tann 14. juli fylti Arni Kjærbo, búsitandi í Havn, 85 ár

Arni er suðuroyingur, føddur og uppvaksin í Sumba. Hann er sonur Kristionnu, f. Jacobsen av Glyvrum, og Tummas Jákup Kjærbo úr Sumba. Arni er best kendur sum "Arni í Smæruni", har hann arbeiddi út móti fjórðingsøld, og gavst hann har, stutt áðrenn Smæran endaliga lat aftur. Smæran var sum kunnugt ein av stóru handlunum í Havn, og kom Arni, sum tann fryntligi og dugnaligi maður hann er, gjøgnum sítt arbeiði at gerast væl kendur millum manna.
Sum blaðungur, bert 14 ára gamal, fór Arni til skips, og sigldi hann í nógv ár við ymiskum skipum. Seinni tók hann við eftir pápa sín og fór at reka handil í Sumba. Aftaná at Arni gavst við egna hadilsvirksemi sínum, tóku brøðurnir eftir, fyrst Viggo og seinni Leivur. Arni giftist við Elsu Sofíu, f. Joensen, úr Sumba, sum doyði í 1961 bert 46 ára gomul. Stutt eftir flutti Arni til Havnar saman við dóttrini Marin Kristinu. Í 1965 giftist Arni við Sofíu, f. Olsen, úr Vestmanna og fingu tey børnini Jákup Eyðfinn og Elin. Arni er hegnismaður, og eru tað ikki so fá dømir um hetta. Hann hevur í frítíðini bygt síni egnu hús, fyrst í Sumba og síðan í Janstovugøtu í Havn. Har umframt var hann við til at byggja fleiri onnur sethús. Tað er tí natúrligt, at hann eitt tíðarskeið arbeiddi innan byggiídnaðin, og var tað hjá byggifelagnum Peturi í Gong í Havn.