Fótbóltur
Pætur Albinus
Verjukenda spælið hjá Reading riggaði væl ímóti Arsenal í kvøld, tá ið liðini brustu saman á Madejski Stadium. Arsenal hevði trupult við at fáa hol á, men tá ið hol var fingið á, var eingin trupulleiki.
Tað sá leingi út til, at hálvleiksstøðan skuldi vera 0-0. Men hetta vildi Mathieu Flamini øðrvísi, og legði Arsenal á odda ein minutt undan steðginum.
Í seinna hálvleiki kom Reading longri fram á vøllin, men eydnaðist ikki serliga væl. Bara sjey minuttir inn í seinna hálvleik økti Emmanuel Adebayor til 2-0 eftir eitt upplegg frá Cesc Fabregas.
12 minuttir fyri leiklok økti Alexander Hleb til 3-0, men enski landsliðsleikarin, Nicky Shorey, minkaði um munin tríggjar minuttir fyri leiklok.
3-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið, og Arsenal kann nú aftur kalla seg oddalið í Premier League. Teir liggja púra javnt við Manchester United - 30 stig og málmun áljóðandi +17, men Arsenal hevur spælt ein dyst færri.