Nú er greitt hvørji tey 16 liðini eru, sum eru víðari til Champions League endaspælið. Tað stóð nógv á hjá eitt nú enska Arsenal, men eins og hvørja ferð síðani teir komu í Champions League, so hava teir vunnið seg víðari.
Arsenal skuldi vinna við tveimum málum, ella skjóta minst trý mál og vinna. Teir gjørdu bæði og vunnu 3-0. Oliver Giroud skoraði øll trý málini. Bayern Munchen, sum vann 2-0 á Dinamo Zagreb, er vinnari av bólki F.
Í bólki E sníkti AS Roma seg víðari, hóast teir ikki fingu fult á heimavølli móti BATE Borisov. Bayer Leverkusen megnaði ikki at vinna á einum hálvum eykaliðið hjá Barcelona, og skal í Europa League.
Í bólki G er Chelsea víðari saman við Dynamo Kyiv. Chelsea vann 2-0 á Porto í London, meðan Dynamo Kyiv vann á Maccabi Tel Aviv. FC Porto endar í Europa League.
Í bólki H tapti Gary Neville fyrsta dystin sum venjari hjá Valencia, tá teir í kvøld høvdu vitjan av franska Lyon, sum einki hevur at spæla fyri í botninum av bólki H. Belgiska Gent hevur tikið øll á bóli, og er víðari eftir 2-1 sigur á oddaliðnum Zenit, sum hevði fult stigatal undan hesum dystinum.
Bólkur E:
Bayer Leverkusen – Barcelona 1-1
AS Roma – BATE Borisov 0-0
1 | 6 | 11 | 14 | |
---|---|---|---|---|
2 | 6 | -5 | 6 | |
3 | 6 | 1 | 6 | |
4 | 6 | -7 | 5 |
Bólkur F:
Dinamo Zagreb – Bayern Munchen 0-2
Olympiacos – Arsenal 0-3
1 | 6 | 16 | 15 | |
---|---|---|---|---|
2 | 6 | 2 | 9 | |
3 | 6 | -7 | 9 | |
4 | 6 | -11 | 3 |
Bólkur G:
Chelsea – Porto 2-0
Dynamo Kyiv – Maccabi Tel Aviv 1-0
1 | 6 | 10 | 13 | |
---|---|---|---|---|
2 | 6 | 4 | 11 | |
3 | 6 | 1 | 10 | |
4 | 6 | -15 | 0 |
Bólkur H:
Gent – Zenit 2-1
Valencia – Lyon 0-2
1 | 6 | 7 | 15 | |
---|---|---|---|---|
2 | 6 | 1 | 10 | |
3 | 6 | -4 | 6 | |
4 | 6 | -4 | 4 |