Arsenal tók ikki av

Arsenal megnaði ikki at vinna á Sunderland á heimavølli, West Ham og WBA vunnu í botninum, meðan Newcastle og Aston Villa mistu leiðslur og taptu. Arsenal tók í dag á Emirates leikvøllinum móti Sunderland. Arsenal hevur haft nógv um oyrini seinastu dagarnir. Fyrst vunnu teir á Barcelona í Champions League, síðani megnaðu teir bara at fáa javnt móti Leyton Orient í FA Cup, vunnu síðani á Stoke í Premier League, men fingu lyklaleikarar skaddar. Sunnudagin taptu teir so Carling Cup finaluna í evstu løtu eftir eina verjuvillu. Í vikuni vann Arsenal stórt á Leyton Orient, meðan Manchester United tapti móti Chelsea.

 

Í dag var Arsenal betra liðið og kom til fleiri møguleikar, men hvørja ferð stóð Sunderland málverjin í vegin. Tað merkir, at tað framvegis er leyst millum Manchester United og Arsenal í oddinum. Munurin er trý stig nú liðini hava spælt líka nógvar dystir.

 

West Ham vann fyri viku síðan á Liverpool og í dag hildu teir fram við góðu gongdini. Demba Ba, Manuel Da Costa og Thomas Hitzlsperger skoraðu hvør sítt mál í 3-0 sigrinum á Stoke. Eisini WBA liggur í botninum og rótar, men eisini teir vunnu í dag. Tað bleiv til ein 3-1 sigur á Carling Cup vinnarinum, Birmingham.

 

Aston Villa var á odda 2-1, tá teir brendu brotsspark. Tá dysturin var liðugur hevði Bolton vent dystinum til ein 3-2 sigur. Eisini Newcastle var á odda móti Everton, men tapti 2-1. Fulham vann við brotssparki í evstu løtu á Blackburn.

 

Premier League úrslit:

 

Arsenal ? Sunderland 0-0

 

Birmingham ? WBA 1-3

0-1 Youssuf Mulumbu, 47

1-1 Jerome Thomas, 48

1-2 James Morrison, 58

1-3 Paul Sharner, 72

 

Bolton ? Aston Villa 2-3

0-1 Darren Bent, 15

1-1 Gary Cahill, 45

1-2 Marc Albrighton, 64

2-2 Gary Cahill, 75

3-2 Ivan Klasnic, 86

 

Fulham ? Blackburn 3-2

1-0 Damien Duff, 37

1-1 Grant Hanley, 45

2-1 Damien Duff, 59

2-2 David Hoilett, 66

3-2 Bobby Zamora, 89, br

 

Newcastle ? Everton 1-2

1-0 Leon Best, 23

1-1 Leon Osman, 31

1-2 Phil Jagielka, 36

 

West Ham ? Stoke 3-0

1-0 Demba ba, 21

2-0 Manuel Da Costa, 29

3-0 Thomas Hitzlsperger, 83

 

Manchester City ? Wigan (17:30)