Arsenal tapti óvæntað

Og Liverpool vann sannførandi sigur á útivølli móti Huddersfield

Tríggir dystir hava verið spældir í ensku Premier League í kvøld. Teir tríggir dystirnir vóru millum Swansea-Arsenal, West Ham-Crystal Palace og Huddersfield-Liverpool.

 

Mest óvæntaða úrslitið í kvøld var, at Swansea á heimavølli vann móti Arsenal. Endaliga úrslitið av tí dystinum var, at heimaliðið úr Swansea vann dystin við 3-1. Tað var tó Arsenal, ið fekk tí betru byrjanina, tí eitt skifti í fyrra hálvleiki var Arsenal á odda 1-0. Men við tveimum málum frá Sam Clucas og einum frá Jordan Ayew, endaði dysturin við, at Swansea ógvuliga óvæntað streyk avstað við teimum trimum stigunum.

 

Í Huddersfield vann Liverpool greiðan sigur. Har endaði úrslitið við, at Liverpool vann ein sannførandi 3-0 sigur, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-0. Emre Can, Roberto Firmino og Mohamed Salah skutu málini fyri Liverpool í dystinum.

 

Seinasti dysturin var lokal-uppgerð í London millum West Ham og Crystal Palace. Tann dysturin endaði við 1-1 javnleiki. Christian Benteke legði fyrst Crystal Palace á odda 1-0, men lítla løtu aftaná javnaði West Ham liðskiparin, Mark Noble, til 1-1, sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

Fleiri dystir vera eisini spældir í Premier League í annaðkvøld.

 

Úrslitini í Premier League í kvøld:

Swansea – Arsenal 3-1

West Ham – Crystal Palace 1-1

Huddersfield – Liverpool 0-3