Arsenal vann grannauppgerðina

Tað vóru Cazorla og Rosicky, ið førdu Arsenal víðari í FA-cup'pini móti Tottenham.

Tað vóru Cazorla og Rosicky, ið førdu Arsenal víðari í FA-cup'pini móti Tottenham.

 

Arsenal var omaná meginpartin av dystinum, sjálvt um Tottenham hevði sínar møguleikar.

 

Tá góður hálvur tími var farin, legði Santi Carzola, Arsenal á odda, tá Serge Gnabry fann han frían á vinstra vongi.

 

Theo Walcott var nær við, áðrenn Rosicky stjól bóltin frá Danny Rose og kundi einsamallur renna móti málinum og seta bóltin í netið til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.