Tað var fríggjadagin, at BankNordik sendi út eitt tíðindaskriv, har sagt var frá, at bankin hevur partalags avtalu við Articon, um at byggja nýggja høvuðssæti bankans á Húsagarði.
Tað er púra vanligt at gera partalags avtalur seinastu árini. Tað hevur verið gjørt við nýggja skúlanum á Argjahamri, Føroya Tele bygningin og Boðanesheimið. Tað er mest fyri at spara tíð, at vit hava valt hendan framferðarháttin, sigur Janus Petersen.
Hann vísir á, at tað fyriliggur ein avtala við Tórshavnar býráð um, at bankin skal vera úti úr gomlu bygningunum fyrsta ársfjórðing í 2015.
Hetta fer at spara okkum fleiri mánaðir, og tá tíðin framman undan er knøpp, tóktist hetta vera besta loysnin, sigur Janus Petersen.
Tað var kortini ikki nøkur løtt uppgáva at velja eitt byggifelag út millum onnur.
Tað má sigast at hava verið ein avbjóðing at velja eitt byggifelag at standa fyri byggingini, men tað gjørdist so Articon. Á henda hátt kann Articon so eisini verða við í tilgongdini av projekteringini, sigur Janus Petersen.
Tað eru MAP Arkitektar, ið hava tekna nýggja bygningin hjá BankNordik, ið tekur seg ógvuliga væl út.
Á vári 2015
I? va?r seldi BankNordik verandi høvuðssætið og deildarbygningin i? miðby?num fyri at fara undir ætlanina um at byggja ny?tt høvuðssetur a? Hu?sagarði skamt fra? verandi høvuðssæti bankans. Bankin gjørdi si?ðani avtalu við MAP Arkitektar, hvørs uppskot verður grundarlagið undir komandi projektering og bygging av ny?ggja høvuðssetrinum. Nu? er avtala gjørd við byggifelagið Articon, sum skal standa fyri sja?lvari byggingini.
BankNordik hevði ætlanir um at bjo?ða byggiverkætlanina u?t, men i? samra?ð við ra?ðgevar bankans er bankin komin eftir, at tað er skilabetri at skipa arbeiðið eftir partalagsleisti við Articon. Hetta kemst einamest av stutta skotbra?num til bankin skal kunna flyta inn i? ny?ggja høvuðssætið. A? henda ha?tt kann Articon eisini vera við i? tilgongdini at projektera byggiætlanina.
Miðað verður i?mo?ti at gera projekteringina av bygninginum lidna innan a?rsskiftið, soleiðis at Articon kann fara undir byggingina hareftir. A? va?ri 2015 skal ny?ggja høvuðssetrið eftir ætlan standa liðugt a? Hu?sagarði, soleiðis at øll starvsfo?lkini i? samtakinum i? To?rshavn verða savnað a? einum stað i? framti?ðini, sigur bankin í tíðindaskrivi.