Tilfeingisrentan planter seg nú sum arvur út í samfelagið, og skapar tann stættarmun, sum tosað hevur verið um nú í 25-30 ár og longur.
Frá 2001 til 2024 er prístalsjavnaða arvaavgjaldið meira enn fýrafaldað. Úr uml. 5.5 milliónum krónum til uml. 24 milliónir krónir.
Í flestu førum er talan um arv í beinari linju, tvs. at avgjaldið er 3%. Umroknað til arv gevur tað ein vøkstur úr góðum 180 milliónum krónum upp í 800 milliónir krónir.
Arvaballið er byrjað, og verður stuttligari og stuttligari fyri tey, ið eru boðin við.
Í dag síggja vit eitt serligt trýst á bústaðarmarknaðin. Prísirnir fara upp, og eigararnir gerast ríkari og ríkari. Vit hava ikki almenn hagtøl, ið vísa hvat fyri slag av ogn verður arvað. Mest sannlíkt, er talan um fastogn og nakað av fyritøkum, sum fer í arv.
Hesir ringvirknaðir av tilfeingisgávunum skapa so stóran eftirspurning á øllum marknaðum, at tað er ikki ein búskaparlig órímiligheit í landinum, hesin vinnustuðul ikki eigur sín lut í.
Úrslitið er, at tey ungu, støk foreldur og onnur, ikki síggja sær annan møguleika enn at flyta av landinum.
Vit hava sæð nøkur eigaraskifti í tilfeingisvinnuni, og komandi árini fara vit at síggja enn fleiri. Givið arvurin ikki verður fjaldar við skattligum fyrimunum, har arvingarnir skattliga traðka inn í fedrana stað, fara vit at síggja rullandi milliardir millum ættlarliðini.
Ynskið hjá Fólkaflokkinum og høgrasnaraðum politikarum um íløgur, ringvirkningar og tað at skapa arbeiðspláss fer aldrin at henda. Tað er ikki sæð nakrastaðni í øllum heiminum, har vit hava stættarsamfeløg.
Og Føroyar renna í dag aftaná einum eksponentielt vaksandi arvaballi, sí talvu.
Konfirmatiónirnar eru nú fyri framman. Ynskja vit, at hesar skulu skipast soleiðis, at tey ríku sita fyri seg, tey fátæku fyri seg, og tær sundurlisnu familjurnar sama við teimum ungu sita í Danmark?
NEI TAKK!
##med2##
Fyri teg, meg og Føroyar
Vel Kim Hansen.
Vel Tjóðveldi













