Arvafíggindar møtast

Champions League: Cristiano Ronaldo móti Atletico, og Luis Suarez móti Manchester United

Í kvøld verða tvær tær seinastu av fyrru 1/8 finalunum í Champions League. Atletico Madrid tekur móti Manchester United, meðan Benfica fær vitjan av toppskjúttanum í kappingini, Sebastien Haller og Ajax.

 

Atletico Madrid – Manchester United (20.00)

 

Tað eru fleiri parallellur millum Atletico Madrid og Manchester United undan dystinum í kvøld. Bæði feløgini eru í minni kreppum í heimligu kappingini, har tey stríðast fyri at koma í Champions League aftur komandi kappingarár.

 

Bæði liðini hava stórspælarar í álopinum, sum hava sæð betri dagar, og hava verið avrafíddingar hjá mótstøðuliðnum. 36 ára gamli Cristiano Ronaldo hevur mangan verið hornið í síðuni hjá Ateltico Madrid, tá hann spældi fyri Real Madrid. Seinast gjørdi hann tað eisini sum áleypari hjá Juventus.

 

Somuleiðis hevur Luis Suarez mangan verið í hornatøkum við Manchester United, tá hann spældi við Liverpool. Onkuntíð við góðum úrslitum og onkuntíð við minni góðum úrslitum. Hann er í dag blivin 35 ár og hevur ilt við at liva upp til orkuríku avrikini í tíðini hjá Liverpool og FC Barcelona.

 

Benfica – Ajax (20.00)

 

Benfica hevði takið á FC Barcelona í bólkaspælinum. Tað hevur fingið fleiri stórfeløg at hava eyguni eftir eitt nú áleyparanum Darwin Nunez. Hann er í kapping við toppskjúttan í kappingini higartil. Tí  í álopinum hjá Ajax spælir Sebastien Haller, sum hevur skorað tíggju mál.

 

Eins og við hinu dystinum, so er talan um tvey, at síggja til, javnt sterk lið. Tað verður tað innanhýsis dysturin millum áleypararnar báðar, sum verður avgerandi?

 

Champions League 1/8:

 

15. februrar:

 

PSG – Real Madrid 1-0

 

Sporting – Manchester City 0-5

 

16. februrar:

 

Red Bull Salzburg – Bayern Munchen 1-1

 

Inter Milan – Liverpool 0-2

 

22. februrar:

 

Chelsea – Lille 2-0

 

Villarreal – Juventus 1-1

 

23. februrar:

 

Atletico Madrid – Manchester United (20.00)

 

Benfica – Ajax (20.00)