AS Monaco brúkt yvir eina milliard

Á jólum í 2011 var felagið á veg niður í triðjbestu deildina í fronskum fótbólti. Síðani bleiv tað keypt, flutti upp og hevur nú keypt ein av heimsins bestu framherjum. Samanlagt hevur felagið brúkt yvir eina milliard krónur upp á spælarar.

Tað er sanniliga nógv broyt í AS Monaco síðani teir fyrra árið lógu til at flyta niður í triðjbestu deildina. Bjargingarmaðurin var russiski ríkmaðurin, Dmitry Rybolovlev, sum keypti felagið og setti Claudio Ranieri sum venjara.

Í júst farna kappingarári vann AS Monaco næstbestu deildina og verður komandi kappingarár at síggja í bestu deildini í Fraklandi. Í tøttum samstarvið við umstrídda umboðsmannin, Jorge Mendes, sum millum annað er umboðsmaður hjá Cristiano Ronaldo og José Mourinho, hevur felagið nú keypt Joao Moutinho, James Rodriguez, Ricardo Carvalho og nú Radamel Falcao fyri yvir eina milliard krónur til samans.

AS Monaco hevur vunnið franska meistaraheitið sjey ferðir og var í Champions League finaluni so seint sum í 2004. Serligt við felagnum er tó lága áskoðaratalið. Leikvøllurin, Stade Louis II, hevur bara pláss fyri 18.523 áskoðarum og tað kemur sjáldan fyri, at tað er fullsett.

Skattatrýstið er millum lítið og einki í Monaco og tað gevur felagnum góðar møguleikar lokka spælarar til. Hetta er nakað restin av feløgunum í fronsku landskappingini halda lítið um. Millum annað er komið fram, at Paris Saint-Germain framherjin, svenska heimsstjørnan Zlatan Ibrahimovic, skal gjalda áleið 75 prosent í skatti.

Tí arbeiðir franska fótbóltssambandið við at tryggja sær, at Monaco ikki hevur ein ov stóran fyrimun á fíggjarliga økinum í mun til hini feløgini í kappingini. Mælt verður til, at fótbóltsfelagið, AS Monaco, flytir høvðusstøðina úr Monaco til Frakland, so skattaviðurskiftið eru tey somu í AS Monanco, sum hjá hinum feløgunum í fronsku landskappingini.

AS Monanco hevur sett sær sum mál um at røkka Champions League fótbólti komandi kappingarár. Eisini ljóðar, at menn sum Carlos Tevez og Hulk eru á listanum hjá AS Monaco fyri møguleikar komandi spælarar.

Leggjast kann afturat, at miðaltalið av áskoðarum til dystirnar hjá AS Monaco farna kappingarár var áleið 5.000!