Asbjørn er komin fyri seg aftur

07 Vestur hevur skrivað sáttmála við spælara, sum er vi at koma fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg

Mynd: 07 Vestur

07 Vestur skrivar soleiðis í dag:

 

Eftir drúgva fráveru vegna skaða var Asbjørn Heðinsson aftur at síggja á vøllinum í Havn móti B36. Hóast hann enn er nakað darvaður av skaðanum, hevur hann undirskrivað sáttmála, og er tøkur hjá Schjønberg.

 

21-ára gamli sandavágsmaðurin fekk sínar fyrstu dystir í Betri Deildini longu í 2017, sum bert 16-ára gamal. Sama árið spældi hann nærum fast á liðinum. Sum oftast spælir Asbjørn mitt á miðjuni ella sum høgri bakkur, men hevur eisini spælt aðrastaðni á vøllinum.

 

Asbjørn er uppvaksin hjá okkum, men royndi seg í 2019 eitt hálvt ár hjá B36 og í 2020 spældi hann við AB, sum tá var í Betri Deildini. Íalt hevur hann leikt 74 dystir í Betri Deildini, umframt nógvar dystir í 1. deild. Asbjørn var eisini á sera sterka U17-landsliðinum, sum í 2017 spældi EM-endaspælið.

 

Vit gleðast um at Asbjørn aftur er at síggja á vøllinum, og vóna at skaðin ikki órógvar ov illa, skrivar 07 Vestur.

 

Mynd: 07 Vestur