Asfalt kunnger í løtuni eina ørgrynnu av tónleikanøvnum, í morgun er listin komin upp á 24 nøvn. Í gjár og fyrradagin vórðu seks nøvn avdúkaði millum tey fleiri kend nøvn. Knút Háberg Eysturstein, Guðrið Hansen, Deja Vu og Crawling Blue eru øll rættiliga kend nøvn, Petur Háberg er heldur ikki heilt nýggjur, meðan bólkurin Steso er spildur nýggjur. Steso er bólkurin hjá Makrel bassleikaranum Hergeiri Staksberg, og er mannaður við limum úr Makrel og Deja Vu. Teir spæla eitt slag av ambientum laidback tónleiki.
Á Planet.fo ber til, at lesa meira um einstøku bólkarnar, onkur er komin á síðuna, aðrir koma seinni á degnum.