Asger var dani, ættaður frá Fåborg á Fyn, hann var útbúgvin bilmekanikari og kom til Føroyar síðst í 70-unum at arbeiða sum plátusmiður.
Hann arbeiddi í nøkur ár sum plátusmiður á bilverkstaðnum hjá Frits Jensen í Gundadali, síðan fór hann at arbeiða sum plátusmiður hjá Wensel Petersen við Oyggjarvegin. Har var hann so í nøkur ár, til hann fekk starv hjá Demic sum rørleggjari.
Hann var sera arbeiðssamur og arbeiddi eisini aðrastaðni. Hann hjálpti m. a. til á plátuverkstaðnum hjá Carlo Petersen í Torfinsgøtu.
Asger Nielsen var ein sera dugnaligur handverkari. Alt arbeiði sum hann gjørdi var væl úr hondum greitt, og ongin kundi koma aftur um aftur, har sum hann hevði verið.
Í 1991 noyddi búskaparkreppan í Føroyum hann at flyta aftur til Danmarkar. Hann átti ein lítlan bóndagerð í Kværndrup á Fyn, og búsettist hann har.
Eftir at hann fór úr Føroyum arbeiddi hann á onkrum bilverkstaði, og hann var eisini við til at byggja Stórabeltsbrúnna. Seinnu árini arbeiddi hann á eini alsfaltfyritøku, sum asfalteraði um alt Danmark. Eisini gjørdi hann smærri umvælingar fyri fólk hann kendi.
Hann doyði av eini arbeiðsvanlukku uttan fyri heimið leygardagin 20. september, tá hann arbeiddi upp á gravimaskinu. Familjan í Danmark sigur, at Asger tosaði um tíðina í Føroyum sum eina góða tíð í lívi sínum.