Ásla og liðfelagarnir taptu stórt á heimavølli

Gongdin er tung hjá Piteå

Mynd: Piteå

Sunnudagin var landsliðsskiparin, Ásla Johannesen á vøllinum allan dystin, tá hon og liðfelagarnir spældu dyst á heimavølli móti BK Häcken í bestu svensku fótbóltsdeildini. Jóhanna F. Sørensen er framvegis ikki tøk hjá Häcken.

 

Piteå tapti stórt 1-4 fyri Häcken. Útiliðið syrgdi fyri øllum fimm málunum, tí teir gjørdu eisini eitt sjálvmál til støðuna 1-1. Útiliðið var á odda 2-1 í steðginum.

 

Häcken hevði bóltin væl meira, og væl fleiri málroyndir enn heimaliðið.

 

Hjá Piteå er gongdin tung. Teir seinastu fimm dystirnir í Damallsvenskuni hava bert givið tvey stig.

 

Piteå er nummar átta í deildini við 15 stigum. Tær eru fimm stig omanfyri Rosengård, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting aftaná lokna kapping. So Piteå má fáa nakrar sigrar nú fyri ikki at enda í botninum.

 

Komandi leygardag klokkan 14 hevur Piteå ein sera torføran dyst á útivølli móti Hammarby, ið er næstfremst í deildini. 

 

Mynd: Piteå