Asta fekk heilaskjálvta

Ein av mest týðandi stuðlunum hjá VB seinnu árini, hevur uttan iva verið stinni málverjin hjá liðnum. Asta Armonavitute hevur støðugt verið nevnd millum allar bestu málverjarnar í landinum, og tað fekk Stjørnan eisini at kenna leygardagin. Serliga fyri steðgin tók hon stóran part av tí, sum varð sent móti máli hennara, og hon átti tí sín týðandi lut í leiðsluni, sum VB hevði langt skifti í dystinum.
Tí kom tað eisini illa við, tá Asta einar 10 minuttir fyri dystarlok noyddist av vøllinum. Anna Kristina Samson leyp inn frá veinginum, men í mun til skotini, sum hon áður hevði sent framvið málverjanum, traff harða skotið hesaferð beint á andlitið.
Asta kom tó á vøllin aftur móti dystarenda, men tað var greitt, at hon ikki longur stóð eins væl. Hon var tó við í ferðalagnum, sum leygarkvøldið setti kósina norður um Suðuroyarfjørð, men hon kom tó ongantíð til Klaksvík saman við restini av hópinum. Talan mundi eftir øllum at døma vera um heilaskjálvta, og tí mátti VB noyðast við at hava blaðungu Elin Ludvig í málinum, tá trupli útidysturin í Klaksvík stóð á skránni.
Tað gekk tó kortini heilt væl, men tað er so ein onnur søga.