Aston Villa vann seg í Europa League finaluna við stórsigri

Premier League liðið fær týsku mótstøðu í finaluni

Mynd: Ritzau Scanpix

Tað vera Aston Villa og Freiburg, ið fara at spæla finaluna í Europa League á Tüpras leikvøllinum í Istanbul í Turkalandi, mikukvøldið 20. mai.

 

Í seinnu hálvfinaluna á Villa Park vann Aston Villa ein knúsandi 4-0 sigur á Nottingham Forest, ið nú má fokusera upp á at bjarga plássinum í Premier League. Sostatt vann Villa ein samlaðan 4-1 sigur á Forest.

 

Høvuðsvenjarin hjá Aston Villa, Unai Emery hevur bara tapt eina av átta evropeiskum hálvfinalum, ið hann hevur tikið lut í sum venjari.

 

Freiburg vann ein samlaðan 4-3 sigur á Braga. Freiburg vann í kvøld á heimavølli 3-1. Eitt skiftið var týska liðið á odda 3-0.

 

Aston Villa er favorittur hjá veddingarfyritøkunum til at vinna Europa League finaluna. 

 

Aston Villa-Nottingham Forest 4-0 (1-0) - Villa vinnur samanlagt 4-1.

1-0 Ollie Watkins ('36 )

2-0 Emiliano Buendia, br. ('57 )

3-0 John McGinn ('77 )

4-0 John McGinn ('80 )

 

Freiburg-Braga 3-1 (2-0) - Freiburg vinnur samanlagt 4-3. 

1-0 Lukas Kubler ('19 )

2-0 Johan Manzambi ('41 )

3-0 Lukas Kubler ('72 )

3-1 Pau Victor ('79 )

 

Mynd: Ritzau Scanpix