Astri Luihn í Leikalund

Fríggjadagin 5. november klokkan 16 letur upp ein nýggj framsýning í Leikalund við 16 listaverkum eftir Astrid Luihn. Harafturat verða eisini fleiri tekningar eftir listakvinnuna við framsýningini

Innan føroysku listina eru myndirnar hjá Astri Luihn sermerktar.
Hon arbeiðir við grafikki og málningalist, og flestu verk hennara eru soleiðis samansett av hesum báðum tøkum.
Gjøgnumgangandi á myndunum síggja vit fuglar. Bjargafuglar, kvæðafuglar, ævintýrafuglar og allir siga teir sína søgu.
Verkini, ið verða sýnd fram í Leikalund, eru gjørd á linoleum. Partar av myndini eru skornir út, partar eru prentaðir og partar eru málaðir.
Við hesum blandaða tøkni gandar Astri Luihn fram sterkar og hugtakandi myndir.
Astri Luihn er fødd í 1949 og er útbúgvin MA við lærda háskúlan í Oslo. Hon hevur í mong ár arbeitt burturav við list, og hon hevur sýnt fram víða hvar. Nevnast kunnu lond sum: Týskland, Írland, Danmark, USA, Áland, Svøríki og so sjálvandi í Føroyum.
Somuleiðis eru verk eftir Astri umboða á fleiri almennum støðum. Eitt nú kunnu hennara myndir síggjast í Listaskálanum, Listasavnið Reykjavikar, Nordatlantisk Brygge í Keypmannahavn, Den Danske Bank og Føroya Sparikassa.
Framsýningin við Astri Luihn er at síggja í Leikalund allan november mánað.
Til ferniseringina klokkan 16 fríggjadagin, spælir Kjell Orseth nøkur løg, og Edward Fuglø bjóðar vælkomin. Framsýnginin, ið tekur við eftir Astri Luihn, er við Kára Svensson, sum sýnir fram í desember.