Astrup: Eitt valdømi og fimm kommunur

Formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen tekur undir við, at Føroyar gerast eitt valdømi. Verður uppskotið ikki samtykt verður løgtingið eitt kommunalt sendimannating. Í vikuni legði Edmund Joensen, tingformaður fram uppskot fyri tingið um at gera Føroyar til eitt valdømi. Sosialurin kunngjørdi í blaðnum fríggjadagin, at heili 54% eru fyri einum valdømi umframt at 19 av tingmonnunum ætla sær at atkvøða fyri uppskotinum.

Portalurin hevur spurt formannin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen, sum hevur havt góðan møguleika at fylgja við gongdini í Føroyum sum stjóri í Føroya Banka og í seinastuni sum formaður í hesi týðandi ráðgevandi nevndini, hvat hann heldur um uppskotið hjá tingformanninum.

Jørn Astrup Hansen er sera avgjørdur. -Ongantíð ov skjótt er tað fyrsta svarið vit fáa frá honum. Hann leggur aftrat, at tørvur er á, at vit í Føroyum fáa eitt, og hann undirstrikar, bara EITT valdømi. ?Eitt valdømi fer at medvirka til, at vit fáa ein tiltrongdan skilnað millum landspolitikk og kommunalpolitikk. Vit mugu fáa landspolitikarar í løgtingið, um løgtingið ikki skal útvikla seg til eitt sendimannating av kommunalpolitikarum.

Formaðurin í Búskaparráðnum heldur fyri, at við sjey valdømum er tað væl ikki nøkur orsøk til at hava kommunur í Føroyum, og fyri sær at síggja stendur valið millum eitt løgting, hvørs limir verða valdir í einum valdømi, og 5 til 7 kommunur, ELLA eitt løgting valt í sjey valdømum og eina avtøku av kommununum.