Konsertummæli
Líggjas Olsen
______________________________
Gott veður. Eitt sindur kalt, men ikki so tað bilaði ov nógv. Eg stillaði bilin afturum Sjónleikarhúsið og skundaði mær inn, tí eg var ikki í alt ov góðari tíð. Kl var 20, og tá skuldi konsertin byrja. Innkomin sá eg, at konsertin var útseld. Gott at síggja føroyingar koma úr reiðrinum og møta upp til áhugaverdar konsertir, sum hendan við Lenu Andersen og Niklasi Johannesen. Tey bæði hava í fleiri ár arbeitt miðvíst við sínum tónleiki og hava nú tríggjar útgávur aftanfyri seg. Eisini hava tey verið nógv uttanlands og spælt talríkar konsertir, so hetta var ein roynd duo, ið vit sluppu at lýða á leygarkvøldið.
Vaks seg sterka
Eg setti meg rættiliga aftarliga, tí her helt eg meg fara at fáa ta bestu ljóðgóðskuna. Pallurin var tá bert upplýstur við eini stovulampu, og hetta riggaði væl at seta intima stemningin, sum konsertin legði upp til; bert tey bæði, og so onkrir gestatónleikarar afturat í nøkrum løgum.
Soleiðis hevur mær altíð dámt tey best. Eg føli best teirra tónleik, tá hann fær luft, so at siga. Eg vóni faktiskt, at Lena einaferð í framtíðini fer at gera eina akkustiska fløgu, har bert hon og Niklas framføra síni løg, uttan óneyðugar instrumenteringar. Tað er tá, at løgini veruliga koma til sín rætt og tosa fyri seg. Tað er tá, at hárini reisa seg og ein fær gásarhúð, fyri mítt viðkomandi. Tað er vælsaktans eisini ein smaksspurningur.
Aftaná eina lítla løtu komu tey bæði á pallin og løgdu fyri við lagnum »Catching The Sun«, av fløguni »Let Your Scars Dance«. Eitt gott val at byrja við hesum nokso lætta og fitta lagnum, sum tóktiskt at fara beint inn í hjartað hjá áhoyrarafjøldini, ið takkaði við hørðum lógvabrestum. Síðani vórðu ljósini tendrað, og konsertin helt áfram. Tað tók nøkur løg, áðrenn røddin hjá Lenu kom heilt til sín rætt, men hon vaks seg sterka við fangandi løgum so sum »Thing's I've Never Learned«, vakra »Those Eyes« og eisini sang hon føroyska lagið »Tú og eg«, sum Niklas Johannesen hevur skrivað fyri Chase.
Tveir metrar
Í lagnum »Only You Can Save This Heart« kom ein gestatónleikari á pallin. Hesin var Flóvin E. Viderø, ið Lena presenteraði sum Flóvin tveir metrar, og tað fekk láturin fram í áhoyrarafjøldini. Hann spældi á xylofon, ella klokkuspæl, og tað riggaði bara heilt væl við eyka detaljum í hesum annars friðarliga settinum. Geniala lagið »Can't Erase It« frá fløguni av sama navni slapp eisini upp í part, áðrenn tey endaðu fyrsta settið við droymandi kærleikssanginum »Seasons Will Change«, hetta meðan EB/Streymir fjepparar fóru trummandi omaneftir framvið Sjónleikarahúsinum. Tað órógvaði hetta næstan meditativa lagið eitt sindur, men fótbóltsesongin verður tíbetur eisini yvirstaðin.
Lekkirt
Aftaná eitt korter var aftur fult inni í salinum, og Lena legði fyri við lagnum »Let Your Scars Dance«, áðrenn hon við inniliga og ófatiliga vakra »Stones In My Pocket« staðfesti, hvussu góður sangskrivari hon er. /..oh save me/ won't you save me from my ways / 'cos the only way I know how to live/ the only way I know is killing me/ Erligt, syrgiligt og við einum sera vøkrum lagi, so gjørdist hetta hæddarpunktið á konsertini. Haldi næstan, allur salurin sat og túdbrølaði innaní, og tað var stutt og greitt: Lekkirt!
Ikki nóg rock 'n roll
Tvær ungar gentur, sum spældu cello, komu á pallin til lagið »Oh My Lady«. Men tær vórðu vístar av aftur, tí Lena helt ikki klædnastílin vera nóg Rock 'n Roll. Meðan tær so kundu lata seg í okkurt meir hóskandi, framførdi hon lagið »Something's Gotta Give«. Síðani bjóðaði hon teimum báðum á aftur pallin, og nú sá betri út. Góðtikið! Hetta var sjálvandi alt í skemti, men eina løtu mundi hon lumpa meg. Síðani kundi »Oh My Lady« framførast, og tað ljóðaði framúr væl við cello. Aftaná »Who Am I« komu tær aftur á pallin saman við Flóvin, og saman endaðu tey konsertina við »Did You Get What You Came For«, og lógvabrestirnir ljóðmaðu hart eftir einum eykalagi, sum tey so eisini fingu. Samanumtikið ein sera væleydnað konsert við Lenu Andersen, ið fylti áhoyrararnar við inniligum kenslum um kærleika og annars tað gerandisliga og persónliga, sum hon skrivar um. Hon hevði eisini gott tak á áhoyrarunum millum løgini. Dugdi væl at vera stuttlig og draga fólkini við inn í hennara verð.
Má líka leggja afturat, hvussu væl eg helt Sjónleikarahúsið rigga í hesum høpi. Húsið er perfekt til slíkar konsertir. Tað ljóðar væl harinni, tú situr væl, og tað er annars ein deiligur hugni, ið ger, at man tímur væl júst har á konsert. Haldi í grundini, at eitt so væl plaserað og genialt hús átti at verið stuðla í høvd og reyv av kommununi ella landinum. Tað virkar fyri mær sum ein eyðsæð íløga og nakað, ið hevði komið øllum tilgóðar í longdini.