Myndina eigur Glåmdal Brannvesen í Noregi

Noreg: Toran sló niður og blásti vindeygu úr húsum

- Snarljósið elvdi til skaðar bæði á leidningar og tekniska útgerð í húsunum, og inni í húsunum vóru eisini fleiri materiellir skaðar, umframt roykskaðar, sigur átaksleiðari

 

Myndina eigur Glåmdal Brannvesen í Noregi

Nú eru vit í Føroyum so heppin, at snarljós og tora sjáldan gera um seg her hjá okkum, men tað hendir av og á - tó ikki so ofta, sum vit hoyra um hetta í øðrum londum.

 

Tá ringast vil til aðrastaðni, hendir eisini, at menniskju ella kríatúr liggja eftirá.

 

Seinnapartin í dag hendi tað í Grue kommunu í Noregi, at eldávaringin í kirkjuni fór í gongd.

 

Átaksleiðarin í økinum, Per Harald Bekken, sigur við NRK, at snarljósið fyrst setti eldávaringina í kirkjuni í gongd, men tað vísti seg, at eldur var í einari garasju beint við kirkjuna.

 

Tað vísti seg, at eitt máttmikið snarljós bæði hevði fest eld í garasjuna, og haraftrat vóru fleiri vindeygu í húsinum, sum garasjan hoyrir til, blást út, soleiðis sum myndin omanfyri vísir.

 

Eldurin í garasjuni varð skjótt sløktur, eftir at sløkkiliðsfólk vóru komin á staðið.

 

Átaksleiðarin sigur við NRK, at snarljósið elvdi til skaðar bæði á leidningar og tekniska útgerð í húsunum, og inni í húsunum vóru eisini fleiri materiellir skaðar, umframt roykskaðar.

 

Tíbetur var eingin inni í húsunum, tá snarljósið sló niður seinnapartin í dag.

 

Veðurlagsstovnurin í Noregi hevur sent út gula ávaring fyri snarljós og toruveður í stórum pørtum av norska eysturlandinum, íroknað høvuðsstaðin Oslo, og ávaringin er fyribils galdandi til einaferð út á kvøldið.

 

##med2##

 

 

 

Myndina eigur Glåmdal Brannvesen í Noregi