Palli Dalsgaard
??????????????
At hækka hámarksferðina her hjá okkum er ein spurningur, ið er alt ov illa umhugsaður. Tað eru so mangir bilar í Føroyum í dag, at man spyr seg sjálvan, um rúm er fyri fleiri. Tað er líka mikið, nær tú fer frá húsum, so møtir tú bilum allan vegin, líkamikið hvar tú koyrir. Rætt er tað, at vit hava góðar vegir, men fólk gloyma, at vit hava ongar motorvegir, tí er koyringin her hjá okkum nógv møðsamari, enn har breiðir motorvegir eru. Vit síggja í bløðunum og hoyra fólk gremja seg um, at tey verða yvirhálað av teim flestu bilum, har ein lítil møguleiki er til tess, hóast tey halda hámarksferðina sum nú er. Tann yvirhálingin heldur ikki uppat, um markið verður hækkað, tvørturímóti.
Tað Magnus Gunnarsson segði í Útvarpinum hetta kvøldið er púra rætt. Hann fráráddi at økja um ferðina. At ferðsluvanlukkurnar eru færri nú enn tær hava verið, er bert at frøast um.