Dagfinn Olsen
Ein eigur at gera tað, ið ein er best til!
Hetta ásannaði Petur Magnus Bjarnastein og legði seg eftir at byggja guitarar.
Petur Magnus Bjarnastein leikti sum yngri guitar, men hevði ongantíð rættiliga tíð og legði spælið á hillina. Ístaðin fór hann undir at byggja guitarar. Hann er einasti guitarbyggjari í Føroyum, og hóast onkur guitarleikari hevur gjørt sær sín guitar, so er eingin, ið sum Petur Magnus byggir allan guitaran frá A-Z.
Hann hevur júst lagt síðstu hond á sín 9. guitara. Ætlandi er, at Shu-Bi-Dua skulu royna guitaran, nú teir eru í Føroyum og vilja teir hava hann, og gjalda rímuliga fyri hann, so er guitarin teirra.
Um ikki, so er ætlanin, at guitarin skal við Niclasi og Lenu, tá tey fara aftur til Canada.
Áhugin
Petur Magnus Bjarnastein er í dag 24 ára gamal og í læru sum bygningssnikkari á Snikkaravirkinum úti í Grønlandi. Hetta metir hann vera avgjørdan fyrimun, tá ein hevur guitarbygging sum ítriv. Og áhugin er ikki nýggjur.
Petur Magnus átti sjálvur ein góðan og dýran guitar. Hann helt tó ikki, at tað sá so trupult út at byggja ein í sama sniði og fór tískil í gongd. Hetta hevur verið umleið í 1992, tá Petur Magnus var eini 17ára gamal.
Síðani hevur hann bygt 8 guitarar og ein bassguitar.
Hann nýtir tilfar, ið hann keypir í Føroyum. Fínan og gamlan við, ið onkur hevur liggjandi.
Góðska til Shu-Bi-Dua
Guitarin, ið Shu-Bi-Dua skulu royna, er gjørdur úr góðum tilfari. Kroppurin er úr bubinga og mahogni, hálsurin úr rósutræ, grípibrettið er úr ibenholt og prikkarnir eru úr perlumor.
Petur Magnus sigur seg leggja dent á at framleiða góðsku. Tann, ið hevur ein Bjarnastein, kann altíð koma aftur, um okkurt er áfatt.
Millimetrar
Hann dylir ikki, at tað er eitt øgiligt baks og putl aftanfyri hvønn lidnan guitara. Og tá hann greiðir frá arbeiðsgongdini, so skilir ein, at ein er komin inn í annan heim, ein heim, ið er nakað fyri seg. Ein heim, har tað snýr seg um frymlar, formar, millimetrar og tolsemi og áhuga. Ein heim, har ein ikki kann liva av tímaløn og har smálutirnir hava alt at siga.
Tað var ringt at byrja við, viðgongur Petur Magnus, tí eingin lærumeistari er á økinum, so eingin er at spyrja til ráðs. Tískil hevur hann keypt og lænt bøkur, sum hann hevur lisið á tamb. Heldur ikki hevur tíðin altíð verið tann besta til ítrivið, tí Petur Magnus hevur eisini verið sjómaður.
Fyrimyndir og egið design
Hetta við hondbygdum guitarum er fyri áhugað og fyri savnarar. Sjálvur eigur Petur Magnus ein Fender bass frá 1977 og ein Fender Stratocaster frá 1977. Nú leitar hann eftir einum Les Paul, ið sjálvsagt skal vera so gamal, men góður, sum gjørligt.
Petur Magnus hevur fyrimyndir, tá hann byggir guitarar, men hann eigur allan guitaran sum hann er. Frá A til Z. Eisini designið. Soleiðis sær ein t.d. á bassinum, at høvdið hevur snið, sum eitt B - Bjarnastein.
Fyrimyndirnar eru tó Gibson og Paul Reg Smith.
Góð viðmæli
Fleiri guitarleikarar, ið eru frammaliga á føroyska tónleikapallinum, hava havt guitarar frá Bjarnastein til láns og til ummælis. T.d. Jens Marni í Kjølum og Hjalti Joensen, ið t.d. hevur leikt við Devon og Moirae.
Teir lata sera væl at og teir geva Bjarnastein síni bestu viðmæli.
Stuttligt er í hesum sambandi, at Jens Marni, ið er maskinsmiður, hevur gjørt stilliskrúvuna í arminum á nøkrum guitarum av merkinum Bjarnastein.
Handverk og list
Petur Magnus Bjarnastein fær góðan stuðul til sítt ítriv á arbeiðsplássinum, og starvsfelagarnir hyggja við undrandi eygum at listaverkunum - Bjarnasteinunum. Eisini fyrireikararnir av Shu-Bi-Dua konsertini hava stuðlað honum væl í arbeiðinum við guitaranum, ið kendi bólkurin skal royna. Serligt við guitaranum er, at hann er sera lættur, tí á fyrsta sinni hevur Petur Magnus roynt at gjørt ein guitar, har kroppurin er hol innan.
Enn hevur Petur Magnus bert gjørt el-guitarar, men hann ætlar sær undir at byggja akkustiskar guitarar eisini. Hetta er tó eitt sindur torførari at fáast við.
Petur Magnus sigur, at hann metir el-guitarbygging sum hondverk, men hitt er listaverk.
Enn er hetta við at byggja guitarar bert ítriv, leggur Petur Magnus Bjarnastein dent á, men kanska einaferð ber til at hava hetta sum starv.
Við tað, at hann er einsamallur, so er kanska grundarlag undir slíkum virksemi, metir Petur Magnus, sum tó er greiður yvir, at so skal eisini viðlíkahald og afturgerð av ljóðførum telja við. Og hóast hondgjørdir guitarar hava rímuligan prís, kann heldur ikki roknast við tímaløn!