At liva og at yvirliva

Á ellis- og røktarheimunum stríðast starvsfólkini fyri at tryggja teimum gomlu ein virðiligan gerandisdag, tá skerjingar verða gjørdar fyri at fáa fíggjarjáttaninar at halda. Vit fylgja gerandisdegnum á Tjarnargarði og Lágargarði í Havn, har røktarstarvsfólkini renna um kapp við tíðina og merkja avleiðingarnar av skerdum vaktarætlanunum

Tekstur: Dánjal Højgaard
Myndir: Anna K. Højgaard
------

Tú merkir tað í somu løtu tú stígur fótin inn um.
Skundin.
Starvsfólk í reyðbláum kittlum hasta aftur og fram eftir gongina við bakkum í hond. Í køkinum fylla tey havragreyt í tallerkarnar og medisinið verður merkt og doserað í rættar nøgdir, og síðani ganga tær við títtum fetum út í kømørini.
Ein nýggjur arbeiðsdagur er byrjaður hjá teimum fimm røktarstarvsfólkunum og vaskikonuni í Miðstovu, sum er ein av trimum bú­eind­um á røktar- og um­lættingar­heiminum Lágargarði.
Ein nýggur gerandisdagur í lívinum hjá teimum 16 bú­fólkunum.

Meira enn Nutri
– Halló Hanna, tað er Ruth. Hevur tú droymt nakað gott?
Á songarstokkinum inni á kamarinum hjá Hannu Weihe situr deildarsjúkrasystirin Ruth av Fløtum og syngur ein sálm.
Hanna er lamin av blóð­tøppi. Hon má hava hjálpt til alt. Morgunmatin hevur hon fingið gjøgnum eina PEG-sondu, men Ruth royn­ir eisini at geva henni ann­an lívsnering, enn tann sum fæst í Nutrison-bland­inginum, sum rennur gjøg­num plastikkslanguna.
­– Eg veit at hon var ein ordiliga aktiv kona, sum elsk­aði at syngja. So eg plagi at syngja onkran sálm, sum henni dámar og vóni so at merkja onkra reaktión, sigur Ruth og stríkur Hannu eftir kjálkanum.
– Tað gongur nokkso langt ímillum, men onkuntíð so flennur hon. Tað er tað vil leita eftir.
Hanna harkar, og tað koma nøkur ljóð frá henni. Men tað er óskiljandi.
Ruth kannar um Hanna kann hava fingið sár av sond­uni. Tað er umráðandi, tí Hanna fær einki sagt og má undir ongum umstøðum liggja hjálparleys og pínast.
Knappliga fer eitt ljós at bunka á vegginum og ein alarmur sigur frá, at brúk er fyri hjálp á einum ørðum kamari. ”Bibb, bibb, bibb” sig­ur tað títt, og í hinum end­anum á deildini hoyrast róp.
Ruth sleppur øllum, hon hevur í hondunum og loypir avstað. Eitt av búfólkunum er farið á wc og hevur brúk fyri hjálp, men tá hon kemur fram er onkur longu komið til hjálpar.
Tær friðsomu løtunar við persónligari samveru sam­an við búfólkunum eru av­mark­aðar.
Røktin kallar.
Tung røkt
Klokkan er 8 og í Miðstovu er starvsfólkafundur.
Náttarvaktin, sum er einsa­møll, er farin heim, og nú eru tey fimm røktar­starv­s­fólk til arbeiðis. Ein heilsu­hjálpari, eitt hjálparfólk og tríggjar sjúkrasytsrar, leið­andi sjúkrasysturin íroknað.
– Femja hevur ligið og rópt í ein tíma og Jógvan fekk ikki sovið fyri henni. Annars hava øll sovið, gera tær status yvir kvøldið og náttina.
– Askur var ordiliga illur í gjár. Hann skumpaði eitt av starvsfólkunum so illa, at hon datt á gólvið. Hann var púr­asta svakur. Ordiliga ringur.
– Lý hevur eisini ligið og rópti. Hon rópar í svøvni. Tað kann koma av, at hon hevur ilt í beinum av blóðtøppinum, hon fekk, gera tær støðuna upp.
Miðstova er tann røktar­tyngsta deildin á Lágargarði. Bert trý av 16 búfólkunum klára at ganga sjálvi. Tey flestu mugu hava hjálp at koma í og úr songini og koyri­stólinum. Fleiri mugu matast og hava hjálp til persónliga reingerð og røkt, sum tey leggja stóran dent á.
Her eru minnisveik fólk, sum ikki kenna tíð og stað. Sum viðhvørt hava hug at taka til rýmingar gjøgnum vind­eyguni. Ella seta seg upp móti teirri hjálpandi hondini og bíta frá sær í maktarloysi.
Á einum stiga frá 0 til 20, har 0 eru búfólk, ið eru púra óhjálpin, er røktartygdin í Mið­stovu máld til 4,2 í meðal. Tey flestu mugu hava hjálp við tí mesta, og tí er brúk fyri hvørjum einasta starvsfólki.
– Normeringin er ásett eftir búfólkatali og ikki røkt­ar­tyngd. Verður nakar sjúk­­ur, kann eg ikki biðja um avloysara fyrr enn tveir dagar eru gingnir. Tað er eitt av sparitiltøkunum. Tá má eg so sjálv traðka til og taka eitt eykatørn við í røkt­ini. Tað gongur so út yvir mínar fyrisitingarligu upp­gávur, sigur deildar­sjúkra­syst­ir­nir Ruth, tá hon hevur funn­ið eina lítla løtu til pappírs­arbeiði á skrivstovuni.
Hon hevur júst fingið álagt, at dokumentera neyvt hvussu nógva tíð tey brúka til tær ymsu uppgávurnar. Eisini hevur hon fingið boð um at vaktartalvan skal før­ast inn í telduskipanina.
– Okkara starvsfólkini hava eitt stórt forsorgar-gen og vit fáa so ótrúliga nógv aftur frá búfólkunum. Men vit fáa tað akkurát at ganga sum er, og eg spyrji bara hvussu leingi afturat tað kann halda fram upp á hendan mátan. Sjálv eri eg upp á vegin, avdúkar Ruth, áðrenn hon knappliga loyp­ur avstað, at hjálpa ein­um goml­um manni, sum er strand­aður uttanfyri skriv­stovuna við einum gongu­stativi.

Sum fluga í fløsku
Í Lavalon, sum ein av trimum búdeildum á røktarheiminum Tjarnargarði, er ein dú­lig sták­an í køkinum, sum liggur mitt í felags uppi­halds­rúm­in­um.
Tað er farið um døgverða­tíð og hjá røktarstarvsfólkun­um skal arbeiðsdagurin við eini nýggjari og skerdari vakt­­ar­manning standa sína roynd.
Vaktin, sum plagdi at møta kl. 8 møtir ikki fyrr enn klokkan 9, og tann sum plagdi at fara kl. 14 fer nú kl. 13. Tað er sostatt bara mill­um 9 og 13, at tey eru trý starvs­fólk um 12 búfólk.
Nú, og tað sum eftir er av degnum, eru tær tvær einigar um røktina.
– Oy, her liggur nógv á láni. Eg havi ikki fingið rudda kømørini enn, blæs­ir Nina Dalsgaard, heilsu­røkt­ari, meðan hon tekur av borð­inum og setir í maskinuna.
Morgunin er farin við at hjálpa búfólkum upp, fáa teim­um morgunmat og gera tey klár til dagin.
Aftaná døgverða plaga fleiri av búfólkunum at hvíla seg á kømørunum, men so leingi sengurnar ikki eru skift­ar, sleppa tey ikki at leggja seg. Og onkrastaðni situr ein kona framvegis og bíða eftir at Nina skal hampa henni hárið eftir at hon var í brúsu í morgun.
Hetta er fyrstu ferð, at Nina er møtt á vakt kl. 9. Og tað merkist, nú klokkan er farin av eitt og tær knappliga bert ert tvær einigar. Tað ger ikki støðan lættari, at onnur av konunum, sum starvast í køkinum, er sjúk, og at køk­urin tí hevur brúk fyri eyka­hjálp.
Við borðendan situr Jón­as, sum nýliga er fluttur inn, og bíðar so tolin, tá hini eru farin frá borðinum.
Undir liðini á honum situr pappageykurin Jákup í einum búri og rópar ”Halló”, men gamli maðurin sigur einki.
– Hevur Jónas fingið døg­verða, vil ein hava at vita.
– Nei. Vit mugu geva hon­um, og tað tekur sína tíð, verð­ur svarað.
Arbeiði um at koma upp í røkur.
Gunnvá Eysturoy, sum arbeiðir í køkinum, hevði frí klokkan 13. Nú er óvist nær hon sleppur heim.
– Ja, eg hevði frí klokkan eitt, men eg veit ikki nær eg sleppi heim. Rosinukakan stendur í ovninum. Her skal gerast klárt til millummála og til náttura. Vit renna og eru sum fluga í fløsku, sigur hon og peikar á rugbreyðini sum ligga á arbeiðsborðinum og bíða.
– Hetta er ein keðilig støða. Hetta kunnu tey ikki gera móti okkara eldru borgarum, sigur Gunnvá avgjørd og gev­ur politikarunum eina skolu.
– Teir burdu sloppið á ver­ið her í eina viku. Eg rokni eg við, at teir skjótt høvdu rýmt om­an aftur í barnagarðin, sip­ar hon speiskliga til løg­ting­ið, meðan hon setir kopp­ar og gløs upp á pláss.
Yvirav Jónasi situr gøtu­konan Borghild so friðalig við køksborið og bíðar eftir, at Nina verður liðug at taka av borðinum, og at hon sleppur inn at hvíla seg eina løtu. Tá kamarið er ruddað.
Á gólvinum gongur hús­hund­urin Lady og melur við reyð­ari sloyfu um hálsin. Óvit­andi um alt rokið og arbeiðs­trýstið, sum stendst av seinastu sparitiltøkunum, sum hava rakt ta hugnaligu og heim­ligu Lavalonina.

Tað er ógjørligt!
– Neyðarróp. Hjálp.
Í Miðstovuni sker Femja við jøvnum millumbilum út eitt gallróp. Men støðan er ikki so álvarsom og akutt, sum tað kundi ljóða. Viðhvør situr hon millum hini og rópar, men sær annars rólig út.
Soleiðis hevur tað verið í dagar. Vikur. Mánaðir.
– Hon er sálarliga sjúk og hevur tørv á støðugari per­sónligari røkt, greiðir Ruth frá.
– Hon hoyrir av røttum heima á eini serdeild og vit eru ikki mannaðar, at gevi henni ta sálarligu røkt, henni tørvar. Tey á psykiatriska depl­inum siga, at vit skulu vera um hana 5. til 10. hvørt minutt, men tað hava vit ikki manning til. Tey siga eisini at, at vit skulu vera meira kon­tant við hana, men tað hava vit ikki hjarta til, tí vit eru góð við hana, greiðir Ruth frá.
– Tú verður móður av hes­um rópinum og tað er frustr­erandi fyri búfólkini. Vit sleppa heim, men húsfólkini búgva her og skulu hoyra hetta fyri oyrunum alla tíð­ina.

Eitt dilemma
Í Lavalon á Tjarnargarði er heilsurøktarin Nina loksins leys av køkstjansinum, so at hon kann taka sær av gøtu­konuni Borghild, sum er minnis­veik. Nýggja vakt­ar­skipanin við styttum vaktum ger, at tað hevur drigið út at fáa kømørini klár eftir náttina.
Seinnapartin eru tær bert tvey røktarstarvsfólk um 12 búfólk. Tað er tungt.
Ov tungt.
– Eg haldi at tey allarflestu á deildini eru dement. Tað er øgiliga tungt. Her eru fólk, sum hava brúk fyri per­­sónligum stuðli. Her er tildømis ein kona, sum alla­tíðina spyr eftir manninum, sum langt síðani er deyður. Hon er djúpt ólukkulig og hevur brúk fyri at onkur er um hana alla tíðina, harmast Nina.
Eins og hinir starvs­fe­laga­rnir á Tjarnargarði og á Lágar­garði, sum renna um kapp við tíðina, er sam­hugin hjá Ninu stórur við bú­fólkunum. Kenslan av at tey yvirliva, men ikki hava møguleika, at bjóða bú­fólk­­unum eitt virðiligt lív, spøkir.
– Tað er serliga ringt um kvøldarnar, tá ið songar­tíð­in nærkast og tíðin tá náttar­vaktin kemur, sigur Nina með­an hon skiftir seingja­klæð­ini.
– Summum dámar væl at sita uppi, og tað eiga tey sjálvandi eisini at sleppa, tí hetta er jú teirra heim. Men ganga tey flestu uppi, tá klokkan er blivin 11, so er galið, tí tað klárar eitt fólk á náttarvakt ikki at taka sær av einsamalt. Tí mugu vit av prakiskum grundum signa­lera, at nú nærkast songartíð. Tað er eitt sindur sum við børnunum. Men tann dagin, eg beinleiðis noyð­ist at koyra vaksin fólk í song klokkan 11, sigi eg upp. Tað er óvirðilig. Tað er skomm, sigur Nina av­gjørd.

Skerd vasking
Í Miðstovuni er Jóna Weihe støðugt á ferð við vaski­vogn­inum.
Á eini røktarkrevjandi deild sum hesi er nógv at taka upp. Fólk gera seg vát­an og klára ikki at halda seg rein. Fyltar blæður enda á gólvinum og vegurin á wc kann blíva ov langur.
Tað slepst ikki undan. Held­ur ikki tí søta-súra lukti­num, sum fylgir við.
– Tað er tyngri enn tað hevur verið. Tú klárar ikki at gera alt, tú vildi gjørd, sigur Jóna, sum aftur í morgun møtti næstan ein hálvan tíma áðrenn vaktin byrjaði. Fyri betri at náa alt.
Sum hjá hinum er plikt­kenslan stór.
Upprunaliga hevði deild­in tvær vaskikonur. Nú er Jóna einsamøll, og ann­an­hvørnn hósdag og ann­an­hvønn fríggjadag er eingin vaski­kona, men bert eitt hjálp­ar­fólk í vardum starvi. Tá Jóna hevur frí mugu røkt­ar­starvsfólkini taka upp.
– Tú mást renna og renna. Her verður eingin eyka­reingerð. Tað er ikki so reint, sum tað plagdi at vera, men mann roynir at halda tað so nøkunlunda, sigur Jóna meðan hon tekur eftir gólv­inum.

Ein strævin vakt
Í Lavalon á Tjarnargarði hev­ur Gunnvá Eysturoy fingið rosinukakuna úr ovninum, og ger klárt til millumála og náttura. Klokkan er farin av trý, og hon skuldi havt frí fyri tveimum tímum síðani.
Kaffi er klárt. Einki grenj. Bara bros. Yvirskot.
– Kom nú. Kom nú og hjálp mær á wc, rópar ein kona í rullistóli, sum hevur fingið sær Familejournalen í fangið.
Hinumegin rópar pappa­geyk­urin Jákup ”Halló”, með­an Gunnvá fer yvir at hjálpa konuni.
– Eg setti meg 10 minuttir og fekk mær ein frikadellu á miðdegi. Tað hevur verið einasti steðgurin í allan dag, brosar Nina stillisliga, með­an hon fær sær ein skjótan kaffi­munn saman við starvs­felaganum.
– Um allir dagarnir verða sum hesin, so verður tað ikki stuttligt. Vit hava runnið nógv áðrenn, og skulu vit renna uppaftur meira, endar tað galdið. Hettar er eitt dei­ligt arbeiðspláss, men hettar er frustrerandi, sigur hon, áðrenn hon má avstað aftur.
Pliktin kallar.

Tann ónda ringrásin
Í felagskøkinum í Miðstovuni situr Jógvan og lesur avísir.
Hann fær illa tosað, men er sosialur av lyndi. Í gjár vóru búfólkini útferð í Vág­um, og Jógvan hevði gingið og glett seg í longri tíð. Var leingi klárur at fara í jakkan og peikaði dúliga á plakatina, sum segði frá útferðini.
Men skerjingarnar á eldra­­­økinum kunnu koma at merkja, at tað verður longri mill­um útferðirnar og onn­ur tilboð, sum røkka útum van­liga røkt. Tveir ergo­tera­peut­ar, sum hava arbeitt á Virk­nis- og menn­ingar­stov­uni á Lágargarði, eru spardir burtur.
Hetta eru ring tíðindi í Mið­­stovuni.
– Tað, at halda seg virk­nan, likamliga og anda­liga, hevur stóran týdn­ing fyri lívsinnihaldið hjá bú­fólk­un­um. Røktar­starvs­fólk­ini hava ikki møguleika at fara út við búfólkunum dagliga og halda tey virkin, og tí fer innihaldið í teirra gerandisdegi, at versna av hesum sparingunum. Mann skal ikki bara yvirliva, mann skal eisini liva. Vit yvirliva, men vit hava brúk fyri eini hjálpandi hond, sigur Ruth.
Hon vísir á, at minkar trivnaðarparturin, rakar tað eisini røktina.
– Fáa fólkini ikki tær venj­ingar teimum tørvar, so verða tey verri fyri. Røktartyngdin økist og so verður tað bara enn tyngri hjá okkum enn frammanundan.
Tey vita at hetta kann gerast ein ónd ringrás.
Tey vita eisini, at verða bú­fólkini ikki stimbraði og verður lívið bara til ein spurn­ing um at bíða eftir at fáa døgverða, bíða eftir at verða lagdur í song ella eftir at fáa medisin, so er tað ein menn­iskjans­lig reaktión, at bíta frá sær.
Ella at rópa upp í saman í vikur og mánaðir.
--------

Til tess at verja privatlívi er nøvnini á nøkum av bú­fólk­unum
í reportasjuni broytt.