Men takk og lov ? duga vit at skilja ímillum dreym og veruleika. Barnalærdómur okkara er ein tíðandi partur av kjølfestinum (barlastini) á lívsleið okkara. Eitt tað fyrsta vit lærdu var, ? at hugsa okkum um, at nýta vit og skil, soleiðis at vit ikki av egnum gáloysni endaðu í óføri.
Eg loyvi mær at tvíhalda um, at uppvaksandi ættarliðið er minst líka skilagott sum vit eldru, ja ? í ávísum førum nógv skilabetri.
Men eins og fyrr eru nakrir droymarar okkara millum. Teir eru sanniliga vælkomnir, og vit eiga at stuðla teimum at virka í dreymaverð teirra, soleiðis at teir kunna geva okkum stórar skaldsøgur, yrkingar, málningar ella hvat nú dreymar kunna framleiða, men at lova droymarum framat at mynda samfelagið er skilaleyst.
Eg havi somikið álit á føroyingum, at eg við vissu kann siga, at einki dreymafullveldi verður, so leingi sum vit og skil ræður her á landi.
Latið droymaran droyma, og latum okkum arbeiða konstruktivt við at betra um livilíkindini og framtíðina hjá lønmótakaranum og teimum minni mentu.
Tað sum er gott, fara vit ikki at kasta fyri bakka. Vælferðin og trivnaðurin her í Føroyum er ikki komin av sær sjálvum. Stríðið hevur verið tógvið og drúgvt. Rættindi eru vunnin, javnaður er ikki; ? og so leingi sum órættur og mismunur valdar, er arbeiðssetningur javnaðarfloksins óbroyttur. Vit hava uppskriftina, tilfarið og viljan til at fara til verka, og virka fyri størri avgerarætti í øllum málum, ið hava við føroyingin í Føroyum at gera.
Føroyingurin í Føroyum finna vit í Føroyum. Javnaðarfólk eiga vit at finna í Javnaðarflokkinum, men tað eru løtur, har eg eri í iva, tí eg síggi, at hjá fleiri sokallaðum javnaðarmonnum er hugsjónarlogin sløknaður, og í staðin er komin tráðanin eftir persónligum løtuvinningi. Politikkur er annað enn taktiskt spæl og vakrar myndir. Politikkur er fyrst og fremst trúfesti. Trúfesti mótvegis hugsjónini og trúfesti ímóti veljaranum. Hugsjónina hava vit, ? men við trúfestinum hevur tað verið so sum so. Høvdu vit havt prógvað viljan til trúfestið, hevði flokkurin verið nógv tann størsti á tingi í dag, so einkult er tað.
Eg fari at pástanda, at nógvir av veljarum flokksins velja Javnaðarflokkin, tí teir ikki hava annan møguleika, ella sum danskarin sigur »i mangel af bedre«.
Ynskja tit framhaldandi at halda fast við hesa støðu, er einasta vón veljarans hon, at hann fær eitt alternativ ? og tá vendist ikki aftur. Minnist til røturnar ? uttan rót ? eingin gróður.
Søgan hevur víst okkum ferð eftir ferð, at hetta at venda reyv og fara í sjálvdrátt byggir einki upp og skapar ongan framburð ? heldur tvørturímóti. At klára seg sjálvan og at hava sítt egna, hevur einki við manglandi samstarvsvilja ella ? evnir at gera. Gerabýti hevur frá fyrndartíð verið millum manna, og hvat er meira nattúrligt enn at slíkt býtið eisini fer fram millum bygdir, landslutir og lond. Vit síggja tað jú dagliga í verki, og eigur hetta at stuðlast og útbyggjast heldur enn at avtakast, tí at droymarar okkara millum einki hava at gera í einum gerabýti.
Nei ? sum skilafólk fara vit nú, ikki bara at stinga fingurin í jørðina og lukta hvar vit eru, men vit fara at takað hakan, spakan og kvíslina fram. Um neyðugt senda vit boð eftir gravkúnni, so heimldiga trøðin kann verða drena, velt og gróðursett, við skynsemi og kærleika, so komandi ættarlið kann fáa gleði og gagn av ávøkstrinum.
Eg góðtaki ikki eitt samfelag
har stættamunur er ein sjálvfylgja,
har lógir og reglugerðir eru ómoralskar,
har ognir føroya fólks verða givnar burtur,
har tað er ein økonomiskur fyrimunur ikki at vera giftur,
har inntøkan ikki avgerð hvussu nógvur skatturin er,
har reallønin hjá vanligu lønmóttakaranum lækkar,
har tey óhjálpnu eru gloymd og burturgoymd,
har sjálvvirðið verður tikið frá teimum gomlu,
har stórur partur av teimum ungu verður stavnsbundin,
har hin sterkasti ræður.
EG góðtakið tað ikki ? gera TIT tað???
Lati okkum fáa ein sterkan Javnaðarflokk inn á ting.