At renna undan veruleikanum

(viðmerking til Áka Andreasen)

Helgi Abrahamsen
?????

Áki Andreasen hevur nú fleiri ferðir pástaðið í bløðunum, at Sambandsflokkurin altíð hevur verið ímóti at Atlantic Airways kom upp í føroyaflúgvingina. Eg havi í tí sambandi loyvt mær at spurt hann, hvat hann byggir tann pástandin á, tí hetta samsvarar ikki við tað sum stendur í Løgtingstíðindum.
Eftir at eg í eitt hálvt ár havið bíðað eftir svari frá Áka, kom nú endiliga ein grein, sum tó ikki svarar spurningunum, sum eg setti. Tvørturímóti, so endurtekur Áki enn einaferð sama pástandin, uttan at undirbyggja nakað sum helst, og eisini kemur hann við onkrum nýggjum pástandi, sum heldur ikki verður undirbygdur. Fyri at finna "argumentir", roynir hann at blanda mínar spurningar saman við eini oddagrein í Dimmalætting og við okkurt sum Johan Dahl, løgtingsmaður hevur skrivað.
Eg fari ikki at gera viðmerkingar til tað, sum Áki skrivar um Dimmalætting og Johan Dahl, men fari einans at halda meg til tað, sum eg sjálvur havi spurt hann um.

Viðgongur nú atkvøðugreiðsluna
Eg spurdi Áka hvat hann bygdi pástandin á, tá hann segði, at Sambandsflokkurin stríddist ímóti Atlantic Airways. Hesum svarar hann ikki, men viðgongur tó at Sambandsflokkurin í løgtinginum atkvøddi fyri at Atlantic Airways sá dagsins ljós. Frálíkt ! ? So fingu vit tað uppá pláss. Men so leggur hann afturat, at hetta gjørdi flokkurin bert fyri ikki at standa einsamallur, og at flokkurin bleiv kroystur til at atkvøða sum hann gjørdi. Jú men kann Áki so siga okkum, hvat hann byggir tann pástandin á ? Hvør kroysti Sambandsflokkin, og við hvørjum varð kroyst ? Veit hann okkurt, sum vit onnur ikki vita, ella eru hetta enn einaferð hansara egnu gitingar, ið verða gjørdar til sannleika ?
Áki skrivar eisini: "Lønti floksskrivarin hjá Sambandsflokkinum vísir á, at Sambandsflokkurin og málgagn Sambandsfloksins ikki hava verið móti føroyska flogfelagnum". Hetta er beinleiðis ósatt. Eg havi ongantíð sagt nakað um eitt ella annað "málgagn Sambandsfloksins" í hesum máli ? Eg havi bara víst á, hvat Sambandsflokkurin at-kvøddi, tá málið um At-lantic Airways var fyri í Løgtinginum, og út frá tí havi eg spurt nakrar spurningar.

Á sølulista
Áki vísir síðani á, at ein fyrrverandi sambandsløgmaður eina ferð hevði Atlantic Airways á sølulista, sum part av eini kreppuloysn. Einasta søgan ið eg kenni til av hasum slagnum er, at Maersk Air einaferð vildi sleppa at bjóða uppá Atlantic Airways, men fekk at vita frá táverandi landsstýri, at føroyska flogfelagið stóð IKKI á sølulista. Men veit Áki okkurt annað hesum viðvíkjandi, lat okkum so endiliga fáa tað at vita (ikki sum giting ella pástand, men undirbygt).

Vil ikki svara um rakstrarstuðul
Eg spurdi Áka, út frá greinini sum hann skrivaði fyri tveimum vikum síðani, um hann gongur inn fyri, at føroyskt vinnulív fær var-andi rakstrarstuðul úr Landskassanum, tí soleiðis skilti eg tað, sum hann skrivaði. Men eisini hesum skákar hann sær undan at svara. ? Sjálvandi ! Tí hvat skal hann svara? Sigur hann "nei", so merkir tað sambært honum sjálvum "illvilji ímóti Atlantic Airways", og sigur hann "ja", ja so hevur hann vavt seg inn í ein annan trupulleika. Tí velur hann heldur at tosa uttanum. Men spurningurin stendur við, og Áki er framvegis vælkomin at svara.
Áki byrjar greinina við at siga, at tað er ein afturvendandi trupulleiki hjá Sambandsflokkinum, at veruleikin gerst eitt haft og ein marra. Seinni í greinini skrivar hann, at undangonguflokkurin, tá talan er um greiðan skilna millum alment og privat, hevur verið og er framvegis Tjóðveldisflokkurin. ? Álvaratos ! Her mátti fortíðin sanniliga verið ein marra !