- Tað er lítið skil í rottutýningini í Føroyum
Tað staðfestir Jens-Kjeld Jensen, granskari í Nólsoy.
Hann hevur áður staðfest her á www.in.fo, at rottan ger óbótaligan skaða á føroysku náttúruna. Hann hevur eisini staðfest, at arbeiðið at týna rottu í Føroyum, er bæði óskipað og púra tilvildarligt.
Les eisini: Ongin tekur tað í álvara
Men hann heldur eisini, at føroyingar bera seg fullkomiliga skeivt at í bardaganum ímóti rottu.
At leggja eitur út alt árið ger hvørki frá ella til. Í roynd og veru er tað bara at gera rottuni eina tænastu.
Verður eitur lagt út alt árið, doyggja nógvar rottur burtur av stovninum. Men avleiðingin er, at tær rotturinar, sum so eru eftir, verða enn betri fyri at klára veturin, tí tá eru tær færri at kappast um føðina.
Les eisini: Rottan ger heilt ótrúliga stóran skaða
- Soleiðis sum vit fara fram nú, týna vit onga rottu, sigur hann.
Jens-Kjeld Jensen hevur hoyrt ein skotskan rottuserføðing samanbera rottutýning við kríggj, har ein fámentur guirillaherur berjist ímóti einum stórum herliði.
- Tað ræður um hjá partisanherinum at geva tí stóra herinum frið, til hann er blivin óansin, og er farin at bera seg at sum um, at ongin vandi av nøkrum slagi var á ferð. Og tá ið so friður er fallin yvir hann er hann mest viðbrekin, og tá skalt tú herja á.
- Tá kann eitt fáment lið av partisanum gera av við eitt stórt herlið og tað er tað sama við rottuni, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Besti mátin at týna rottuna, er í roynd og veru at lata hana fáa frið um summarið. Tá ið veturin kemur, verður rottan illa fyri og kampurin um føðina er harður. Avleiðingin er, at ein stórur partur av rottuni doyr í hungri um veturin. Og samstundis eru tær, sum eru eftir, úthungraðar, og lættar at fáa at eta rottueitur.
- Soleiðis ber til at týna ein stóran part part av rottuni, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann sigur, at hann hevur ítøkiligar royndir av hesum. Í Nólsoy settur teir músafellur upp í summar, og høvdu tær standandi allan august mánað, men fingu bara tvær mýs. Nú hava teir aftur sett fellur upp, men nú hava teir fingið 21 mýs upp á stutta tíð.
- Tað er ikki tí, at ongar mýs vóru í summar, tær fóru bara ikki í fellurnar. Støðan er tann sama við rottuni, tí um tíðliga um várið, eru tær so úthungraðar, at tað er lættari at fáa tær at taka eiturið, leggur hann afturat.
- At leggja rottueitur alt árið, ger púra ongan mun yvirhøvur. Tað er best at leggja eitur út tíðliga um árið. Men tað er eisini neyðugt at tað verður samskipað, tí tað nyttar ikki, at onkir leggur eitur út, uttan at grannin eisini ger tað, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Men hann ásannar at tað er dýrt at týna rottuna. Ein breti hevur roynt at týna rottuna í South Georgia í Suðuratlantshavi, og í tí sambandi fekk hann eina játtan upp á 67 milliónir krónur til endamálið.