Ateisma og moralur

? Upplýsandi grein ognað John Johannesen

Kim Simonsen
????????????

?Tú góði Gud, hesin heimur er ein sjónleikur! Full av dárum, ið á allan hátt bert halda gang og sveima millum hvønn annan!?
Erasmus frá Rotterdam f. 1469

Maðurin hyggur at mær. Hann sigur seg vilja avnokta Gud. Hann er sum ein annar langhærdur Aragorn í Ringana Harri farin í hernað móti teim ?vantrúgvandi? trúgvandi, tí hann sigur seg sum ein viðvendan Sigmund vilja vinna føroyingum ateismu.

Eg læs Sosialin og hugsaði, at eg minti um hendan persónin einaferð. Eg sá alla trúgv sum býttheit, men onkunsvegna síggi eg í dag, at John Johannessen berjist í skugganum av tí hann vil av við. Eg tók næstan synd í honum á ein hátt, tá hann sigur í Sosialinum, at trúgvin er býttleiki frá A til Z.
Býttiskapur A til Z
Tað sum harmar meg er, at hesin John, ið hevur allar sannleikarnar, ikki tykist skilja, at eitt lívsáskoðanarkjak ikki byrjar við at siga at øll onnur uttan hann byggja á byttiskap frá A til Z. Neyðugt er at fara nógv meiri konstruktivt til verka og skriva til tey, ið hann vil hava skulu skilja hann. Ikki tí eg veit hvussu hetta best kann gerast, men eitt opið kjak, sum í opna samfelaginum altíð er ein fyritreyt. Greinin í Sosialinum var ikki opin, men hermetisk lokað fyri einum møguligum dialogi millum John og trúgvandi.
Setti meg at lesa henda mann. Ikki tí hann kann ikki skelka meg, meiri fekk eg eitt slag av undarligari kenslu av deja-vu. Kendi meg við eitt vaksnan og komnan víðari onkunsvegna. Eg havi lisið sama stað sum hann, og entá buð á Grønjordskollegiinum eitt skifti har hann býr. Eg havi í míni tíð vent spurningun-um í bókunum hjá Rachels og moralfilosofi í 20- øld, men eg gjørdist ikki ein jarnheysur av einum positivisti ella vegetar, ella ein sum kategoriskt ræðist vín og bjór. Eg haldi at John ikki hevur lisið Epikur, um hann hevur so ikki skilt hann. Epikur var ikki nakað yvirdrivin lívsnjótari, men ein hóligur hedonistur. Tað er Paulus, ið avskeplaði tankarnar hjá Epikur, ið so John radikaliserar enn meiri, hann sær sum puritanarar og asketar ongantíð hava gjørt, at mátarhald er eitt mál og ikki drykkjuskapur. Vin er ein av náttúrunar stórum gávum, ið heimspekingar og sjálvur Jesus fegnir drukku, uttan at ?flýggja? frá nøkrum. Mær vitandi drekka munkar, nunnur og sjálvur pávin fegin vin. John hevur á hesum økinum kroyst seg inn í eina betrivitandi andsleysa protestantiska moralismu, ið er neyðarslig. Hetta svarar nærum til at siga, at alt ov nógv fólk eta ov nógv (ella at nøkur gera), og tí er matur tengdur at einum ?primitivum løtuvinningi?, tí skulu vit eta kraftfóður ella ganga svong.
Kann kærleikin verifiserast?
So læs eg eitt sindur meiri av Johnsa skrásikru talu, ið fer frá einari 1920ara positivismu, har man skal kunna verifisera ella falsifera allar setningar, til hansara egnu tankar, ið langt frá kunnu verifiserast. Tá hann sigur, at alt sum ikki passar inn í positivistiska vitanaridealið (ið eingin fastheldur í álvara í dag), er spill av tíð, hví vil hann so spilla mína tíð við at tosa um at ?góðska er universaliseraður kærleiki?, tá hann ikki kan verifisera ?góðsku? ella ?kærleika?. Alt sum er veruligt í verðini er ikki bert, at ein setningur kann verifiserast absolutt. Eg haldi, at heimspekin hevur sínar avmarkingar, serliga í slíkum positivistiskum logisistiskum keipumynd-um.
Á henda hátt er John synd fyri heimspekina og okkum øll.
Eg trúgvi á heimspekina, men ikki á Johnsa máta at læra føroyingar at byggja á eina ?rætta? veruleikafatan Hvussu kann ein maður, sum vil seta alla náttúruvísindi aftur við 80 árum til 1920ini tosa um ?kærleika?, ið hann so ikki kann verifisera? Tað er sjálvandi gjørligt, at John sigur nógv sum ikki kom við í greinina í Sosialinum. Eg havi onkuntíð sæð hann argumentera móti trúgv og hetta virkaði skolastiskt. Men tað er enn meiri keðiligt, at vit skulu aftur til málheimspekina hjá Carnap og unga Wittgenstein fyri at liva upp til ta epistemologisku leiðina, ið er nóg viss og brúkbar fyri John. Faktisk er positivisman ein skeptis-isma, ið ikki hevur eina vissa veruleikafatan, hon ávísir bert hvat vit ikki kunnu vita, við at skerja okkara epistemologisku møguleikum at kannað heimin. So heilt erligt John, hvar eru vit, og hvat er hetta fyri ein ateisma?
Er humanisma ateisma?
Humanisma, er ein læra, ið setir dannilsi sum mál. Menniskja skal danna seg sjálvt, fyri at kunna gerðast menniskja, fult og heilt. Handan hetta liggur sjálvandi eitt ideal um hvat tað vil siga at vera menniskja, hesin humanitetur, varð mangan leiddur úr antikkum merkingum. Humanistiski andin setur á, at gera menniskja frælst frá kristnari miðaldar fordøming av lívinum á jørðini. Hesir vildu eisini seta menniskja í miðuna, heldur enn Gud, og hetta merti ikki, at Gud ikki er partur av heimsmyndini meiri.
Hin kristni Erasmus av Rotterdam royndi at troyta eina leið, ið boðaði ein humanistiskan kristindóm, henda spíra sígga vit í trúbótini, og hjá monnum sum Martin Luther og Jean Calvin. Sum heild kom humanisman, trúbótin og renessansan, at merkja at nýggjur sáttmáli varð skrivaður. Humanistar sum Rebelais, brútu við miðaldrar asketiskar fyrimynd-ir, tølandi hugsjónir og ivasom hugmál, og boðaðu at gleði skuldi valda í lívinum, og ikki bert í ævinleikanum. Hjá Rebelais kemur frælsið fram, um vit hava egnaða frálærufrøði, ið er tømd fyri yvirtrúgv, býttleika ið miðaldar skolastiskar lærur boða.
Andi hins einstaka
Málið er ikki gudloysi ella at berjast móti kristindóminum, men at menniskja mennir eina samanhangandi heild. Størsta vendin og endurnýggjandin skuldi koma við náttúruvísindaligu kollveltingini, ið ikki beinleiðis hevði so nógv við humanismuna at gera, men tó andin haðan elvdi til hesar stóru fatanarfrøðisligu broytingar. Descartes kom at kasta partar av antikku heimspekini í grøvina, við at krevja próvførslur menti hann bæði rationalismuna og sjálvandi sjálvan andan í upplýsingarheimspekini. Kopernikus og seinni Galilei avloystu aristotelisku heims-myndina, og Newton festi seinni í at boða nýggja heimsmynd. Innan heim-speki kom Descartes áðrenn hetta, at skapa eina nýggjari heimspeki, ið lovaði tí einstaka framat. Alt broyttist jørðin var ikki meiri flata, sólin endaði sum miðan í einum stjørnuhimmali, har alt ferðaðist, broytti kós, hvarv ella føddist.
Religiørskapur
?Hví ikki sleppa lívinum sum mettur gestur??
Lucrets

Lucas Debes, Jørgen Landt tosaðu um religiøst vanvid í Føroyum, eins og læknin P.L. Panum, eisini skrivaði í bók, ið kom í 1846, at mangir føroyingar vóru harðliga álopnir av religiøsum ørskapi, trúðu uppá huldufólk, vættrar og sóu fanan í hvørjari vælferð. Svabo gamli dámdi einki henda tátt, hann var sum ungur ávirkaður av tonkum um upplýsing og humanismu, har hann vildi seta vísindi ístaðin fyri dogmatik, óvitan og yvirtrúgv. Eg haldi hetta vera leiðina fram, men hetta er ein tilgongd, ið hevur verið veik í Føroyum. Vit hava ikki haft eina veruliga upplýsingartíð, meiri hava vit haft tvey sløg av vekingarrøslum, ta kristnu og ta nationalistisku. Síðani 1906 hevur so spurningurin um loysing tikið alla orku og hevur spjætt okkum føroyingar. Okkum hevur vanta modernist tankafrælsið, ið upplýsing, kulturradikalisma og eksistentialisman t.d. geva, ið eru individperspektiv heldur enn hóphugsanir.
Ikki tí eg eri so ósamdur við John, men meiri við mátanum hann vil nærkast hesum økinum. Tá hann berjist við fundamentalismuna við fanatiskari ateismu, gerðst hann ikki fríur, men bert ein antitesa til verandi ?býttleikan?, ið ikki umboðar vísdóm, men eina fundamentalistiska ateismu. Tað er sum Henrik Stangerup, ið var ein av teim stóru skribentunum í okkara tíð, tók til um tey vinstravendu í sjeytiárunum, at nú funnust tvey sløg av fasismu, ið vóru fasisman og so anti-fasisman. Ikki tí, eg meini, at øll sjónarmið skulu umboðast í Føroyum sum onnur støð. Sjálvandi skal ateisman eisini hava sítt pláss, men John skal ikki gloyma, at okkum vantar sjálvt grundarlagið, ið kann loyva okkum at byrja eitt kjak í Føroyum um t.d. ateismu.