Atgongumerkini til AME Føroyar til sølu hósdagin

Atgongumerkjasølan til AME í Føroyum 13. og 14. apríl byrjar hósdagin 29. mars kl. 13.00. Hetta skrivar Atlantic Music Event á heimasíðu síni.

Atgongumerkini verða seld í forsølu og fáast bæði til hvørt kvøldið fyri seg, ella við avsláttri fyri bæði kvøldini. Tað er longu greitt, hóast fleiri nøvn ikki eru almannakunngjørd enn, at her verður talan um eitt frálíkt vikuskiftið við sera góðum norðurlendskum og føroyskum nøvnum.
Higartil eru hesi nøvn kunngjørd úr Íslandi Ampop, úr Grønlandi Angu, úr Svøríki Molinder Band, úr Noregi Grand Island, úr Danmark Die Dumme Dänen og úr Føroyum Deja Vu, 200 og Gestir.