Atkoma: Koyristólar sleppa ikki inn

Heini Festirstein, sum sjálvur situr í koyristóli, finst í dag hvassliga at, at tað verður gjørt alt ov lítið fyri, at rørslutarnaðir brúkarar, t.d. tey sum brúka koyristól, sleppa inn á matstovur, handlar og kaféir.

Í viðmerking á Facebook, sum eisini er sent miðlunum sum lesarabræv, skrivar hann eitt hjartasuff um, hvussu torført tað er at koma inn ymsastaðni.

- Tað er syndarligt at síggja, tá handlar matstovur, kaféir – mitt í hjartanum í okkara høvuðstaði okkara – lata upp, og man sær, at tey gera nógv burturúr við at byggja um, broyta, pynta og mála, men ikki hugsa um at gera tað atkomuligt fyri øll.

Í viðmerking síni sigur Heini Festirstein, at hann er fullgreiður yvir, at tað ikki letur seg gera allastaðni, og at tað eisini er í lagi.

- Men har tað er eitt ella tvey trin, ber lættliga til at gera tað atkomuligt. Besta dømið eru hølini, sum Javnaðarflokkurin leigar út til Marjun Heima, sum lat upp í vikuni, har eru tvey trin sum gera, at tað ikki er atkomuligt í koyristóli. Hinumegin vegin er Smyrjibreyðsbúðin við einum trini, longur niðri er Café Natúr við tveimum trinum, Kallkyn niðri í Vágsbotni og eg kundi blivið við. Tað er synd, skomm og ótríðarhóskandi, at okkara høvuðsstaður ikki er fyri øll, anno 2013, sigur hann í lesarabrævinum.

Portal.fo hevur tosað við Heina Festirstein, og hann heldur, at kommunan átti at sett krøv, so allir borgarar sleppa inn har tað er møguligt.

- Eg veit, at tað altíð vera onkur støð, har tað ikki er møguligt, og tað er eisini í lagi. Men í teimum dømunum eg havi nevnt, hevði tað kostað milllum lítið og einki at loyst trupulleikan, og tí er tað øgiliga harmiligt, at t.d. kommunan ikki setur krøv um slíkt, sigur hann.