Atkvøddu ikki fyri hvørjum øðrum

Lionel Messi og Cristiano Ronaldo atkvøddu ikki fyri hvørjum øðrum til Ballon d´or

 

 

 

Tveir teir bestu fótbóltsspælararnir í heiminum í 21. øld vilja ikki atkvøða fyri hvørjum øðrum.

 

Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, sum hava kappast um at verða heimsins besti fótbóltsspælari tey síðstu mongu árini vilja konsekvent ikki geva hvørjum øðrum eina viðurkenning fyri avrikini á vøllinum.

 

Hesaferð sigraði Lionel Messi, og hann fekk heili 41,33 prosent av atkvøðunum, og vann Ballon d´or á fimta sinni. 

 

Sjálvur atkvøddi Lionel Messi fyri liðfeløgunum í FC Barcelona, Luis Suárez, Neymar og Andres Iniesta at verða heimsins bestu spælarar.

 

Cristiano Ronaldo atkvøddi fyri liðfeløgunum í Real Madrid, Karim Benzema, James Rodriguez og Gareth Bale at verða heimsins bestu spælarar.

 

Neymar atkvøddi fyri liðfeløgunum í FC Barcelona, Lionel Messi, Luis Suárez og Ivan Rakitic at verða heimsins bestu spælarar.

 

Søgan er long og beisk millum Real Madrid og FC Barcelona, og tí er tað uttan iva ómøguligt hjá einum Real Madrid spælara at heiðra einum FC Barcelona spælara, og øvugt.