Atlantic Airways-kappingin: Kyndil vann 27-24 á StÍF

Besta mansliðið hjá Kyndli vann í gjár 27-24 á StÍF á Hálsi í Havn. Hetta var fyrsti sigurin hjá Kyndlamonnum í ár.

 

Hálvleiksstøðan var 12-10 til Kyndil. Kyndil legði seg á odda 3-0 og 6-2 beinanvegin, og StÍF megnaði ongantíð at koma framum í dystinum. Eitt skifti í seinna hálvleiki var 14-14, men tá 10 minuttir vóru eftir, var Kyndil komin upp á 21-16, og tað gjørdist avgerandi. Eina løtu var 27-20, men so fekk StÍF pyntað heilt væl um úrslitið at enda.

 

Kyndil skrivar á heimasíðuni, at Andrias og Høgni vóru í hopla saman við Hørði. Teir tríggir skutu seks mál hvør. Birgir, Josef og Ludvík skutu tvey mál hvør, og Hjalti, Torvald og Finnur skutu eitt í part. Erlendur stóð sera væl við 15 bjargingum í málinum. Yvirhøvur var breiddin stóra styrkin.

 

Í fremstu deildini hjá kvinnu møtast Stjørnan og VB í dag klokkan 15 í KÍ høllini, og í Atlantic Airways deildini møtast Neistin og TEam Klaksvík í Høllini á Hálsi í Havn og H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.