Beinir Johannesen, løgmaður, Áki í Skemmuni, fyriskipari av Atlantic Fair og Karl Johansen, borgarsjóri í Klaksvíkar kommunu

Atlantic Fair er nú í gongd

Karl Johansen, borgarstjóri hevur bjóðað vælkomin, løgmaður, Beinir Johannesen, hevur sett, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur hildið fyrsta fyrilesturin

 

Beinir Johannesen, løgmaður, Áki í Skemmuni, fyriskipari av Atlantic Fair og Karl Johansen, borgarsjóri í Klaksvíkar kommunu

Tað var borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, sum klokkan 10.30 í morgun bjóðaði vælkomin á sjóvinnuframsýningini, Atlantic Fair, sum er í Klaksvík til og við hósdagin.

Eftir borgarstjóran trein løgmaður, Beinir Johannsen, á pallin, tí siðvenja hevur øll árini verið, at tað er løgmaður, sum alment setir framsýningina.

Bæði Karl og Beinir greiddu frá týdninginum av Atlantic Fair, har bæði føroyskar og útlendskar fyritøkur hava høvi at vísa, hvat tey hava í sínum útboði.

Borgarstjóri og løgmaður greiddu eisini frá stóra týdninginum av sjóvinnu í Føroyum – og ikki minst fiskivinnuni, sum er ein so stórur partur av virkseminum her í Norðoyggjum.

Á Atlantic Fair eru eisini fleiri fyrilestrar, bæði við føroyingum og útlendingum, og fyrsti fyrilestrarhaldari nú fyrrapartin var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.

Landsstýrismaðurin hevði ein áhugaverdan fyrilestur, har hann lýsti tað grundarlag, sum Føroyar hava í løtuni og hava at byggja á frameftir.

Jacob Vestergaard umrøddi fiskivinnuna og alivinnuna og tær avleiddu vinnur, sum høvuðsvinnan dregur at sær við stórum virksemi og ringvirkningum kring landið.

Hann umrøddi eisini ferðavinnuna og vinnuferðavinnu og helt, at ferðavinnan er millum tær vinnur, sum kunnu kasta av sær út í hvønn krók í føroyska samfelagnum. 

 

##med2##

Landsstýrismaðurin segði eisini, at Føroyar nú aftur fara at bjóða seg fram innan oljuvinnu – meira enn vit hava gjørt í fleiri ár.

Jacob Vestergaard helt fyri, at tá eingin bankar á okkara dyr í løtuni, eiga vit at banka á dyrnar hjá teimum, sum kunnu hava áhuga í ráevnum í okkara undirgrund.

Landsstýrismaðurin helt, at Føroyar møguliga eiga at broyta onkrar av treytunum, sum vit hava sett útlendskum oljufeløgum, men hetta eru alt spurningar, sum landsstýrið fer at umrøða.

 

Beinir Johannesen, løgmaður, Áki í Skemmuni, fyriskipari av Atlantic Fair og Karl Johansen, borgarsjóri í Klaksvíkar kommunu

Jacob Vestergaard heldur fyrilestur