Atlantic Navigator hevur rent á land

Á veg á Klaksvík við fullari last er Atlantic Navigator fyri umleið einum tíma síðani farin á land á Kunoyarnesi Atlantic Navigator er í kvøld farin á land á Kunoy. Stóri svartkjaftatrolarin var á veg í góðshavnina í Ánunum, tá ið hann fór á land á Kunoyarnesi, sum bara er nakrar hundrað metrar frá havnini í Ánunum. Enn hava vit ikki fingið upplýst, hvør orsøkin var til, at trolarin fór á land, og ætla at venda aftur til málið um eina løtu.

Atlantic Navigator var á veg á Klaksvík av mettúri. Í lastini hava teir 1417 tons av surimi og 467 tons av mjøli. Teir fóru av Klaksvík 31. januar.