Orð og myndir
Símun J. Hansen
GRIFLA
Nógv fólk var samankomið í morgun, tá Atlantic Petroleum varð skrásett á OMX
Virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn. Bæði íleggjarar, bankar, avvarandi o.o. vóru til staðar. Wilhelm Petersen, stjóri helt eina stutta røðu og umboð fyri
virðisbrævamarknaðin bjóðaðu Atlantic Petroleum vælkomin á OMX
virðisbrævamarknaðin.
Síðan P/F Atlantic Petroleum varð stovnað í 1998 av 18 føroyskum íleggjarum,
kann ikki annað enn sigast, at tað hevur gingið væl hjá felagnum.
Atlantic Petroleum er fyrsta føroyska olju- og gassfelag, og íleggjararnir eru
ímillum fremstu vinnulívsfólk í Føroyum. Felagið hevur tó fleiri túsund íleggjarnar, sum finnast kring alt Føroya land og somuleiðis í útlandinum.
Felagið er við oljuleitingini á føroyska landgrunninum, í Sameinda Kongaríkinum og í Norðsjónum.
Eftir at umsóknin hjá Atlantic Petroleum, um at vera skráðsett á OMX
virðisbrævarmarknaðinum í Keypmannahavn, varð góðkend, hevur verið bíðað við
spenningi til í morgun, tá Atlantic Petroleum varð skrásett á OMX.
Frámerkið hjá Atlantic Petroleum á OMX er FO-ATLA, og klokkan umleið 09.08 í
gjáramorgun byrjaði handilin.
Endamálið hjá Atlantic Petroleum við at skráseta seg á OMX er at víðka um
íleggjaraskaran og á tann hátt at skapa enn meiri vøkstur í felagnum.
Atlantic Petroleum er eisini skrásett á virðisbrævamarknaðinum á Íslandi.