Atlantic Petroleum fyri stórum falli

Partabrøvini í Atlantic Petroleum fullu nógv í virði á marknaðinum í Reykjavík í morgun Tað fekk ikki góða móttøku á virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík í morgun, at Atlantic Petroleum hevði slakar 90 milliónir krónur í halli í fjør ella 13,7 milliónir meiri enn í 2007.

Vísir skrivar, at tá marknaðurin lat upp í morgun, fall virðið á partabrøvunum í Atlantic Petroleum 21 prosent.

Í fjør fekk Atlantic Petroleum sínar fyrstu inntøkur burtur úr olju. Tær vóru góðar 43 milliónir krónur.

Orsøkin til hallið í 2008 er viknandi virðið á bretska pundinum mótvegis donsku krónuni, sum kostaði felagnum góðar 142 milliónir krónur, skrivar Vísir.

Atlantic Petroleum væntar, at raksturin í 2009 fer at geva millum 45 og 50 milliónir krónur í avlopi.