Atlantic Petroleum metúrslit

Atlantic Petroleum hevði met­gott úrslit fyrra hálv­ár 2012. Felagið metir at fram­leiðslan og úrslit áðrenn av­skrivingar og leitikostnað verða hægri enn áð­ur frá­boð­að.??

Tað boðar felagið frá.??At­lant­ic Petroleum fram­leiddi 449 túsund tunn­ur av kolvetni fyrra hálvár 2012, sum er tað mesta fel­ag­­ið hevur framleitt fyrstu 6 mán­að­irnar í einum ári. ??
Sølan, sum var 279 milli­ónir krónir, er tað mesta fel­­ag­ið hevur haft fyri eitt hálvt ár. Úrslit áðrenn rent­ur og skatt fyrra hálvár 2012 var 77,2 milliónir krónur.

Gjaldførið hjá felagnum er nú 275,4 milliónir krónur.??

Ben Arabo, stjóri í At­lan­t­ic Petroleum, sigur, at fram­leiðs­l­an fyrra hálvár varð hægri enn roknað varð við, og tí økir felagið sínar met­ing­ar til framleiðsluna fyri ár­ið: frá 700 – 800 túsund tunn­ur til 800 – 870 túsund tunn­ur. Felagið væntar eisi­ni betri úrslit áðrenn av­skriv­­ingar og leitikostnað fyri árið: frá 200 – 270 mill­i­ón­ir krónir til 270 – 350 mill­i­ónir krónur.??

Sannlíkt er eisini, at At­lantic Petroleum, fer at lut­taka í trimum leiti- ella av­mark­ing­ar­brun­n­um afturat í ár. Umframt Span­i­ards brunnin, sum verð­ur boraður seinni í ár í bretsk­um øki, er felagið í sám­ráð­ingum um at luttaka í tveim­um øðrum brunnum. Har­umframt gjørdi felagið eitt fund á Orchid leiðini í bretsk­um øki í vár og lut­tekur í Brugduboringini sum fer fram á føroyskum øki í løtuni.