Atlantic Radio seljast

Keldur í Atlantic Radio vilja vera við, at leiðslan í løtini samráðist um at selja útvarpsstøðina

Beint eftir døgurða í gjár frættist tað, at leiðslan í Atlantic Radio var í samráðingum við tríggjar fyritøkur, ið eru áhugaðar í at keypa útvarpsstøðina. Talan var um tvær føroyskar og eina íslendska fyritøku. Tær báðar føroysku vóru lýsingavirkið Petur & Petur og Handilskjarnin, meðan tann íslendska kallaðist Mediaring.


Ongar samráðingar

Bæði Petur Mohr frá Petur & Petur og Schumann Hjaltalin, stjóri í Handilskjarnanum, avvísa at hava verið í samráðingum um at keypa Atlantic Radio. Schumann Hjaltalin sigur, at tað væl kann vera, at leiðslan í Atlantic Radio hevur sæð tað sum ein møguleika, at hann fór at keypa útvarpsstøpina, men hetta hevur hann ongar ætlanir um.

Tað hevur ikki eydnast at fingið fatur á íslendsku fyritøkuni, men sum skilst á fyrrverandi starvsfólkum á Atlantic Radio hevur íslendska fyritøkan bert hug at keypa æutgerðina hjá Atlantic Radio og ikki at føra útvarpsstøðina víðari.

Íslendingurin Hans Konrad, ið er ein av eigarunum í Atlantic Radio, hevur onga viðmerking til málið. Hann sigur, at alt, sum í løtuni hendir í málinum um Atlantic Radio fer fram í trúnaði, og tí kann hann einki siga. Men tá málið er avgreitt, skulu fjølmiðlarnir nokk fáa tað at vita, vissar hann um.


Halda vakt

Fyrrverandi starvsfólkini á Atlantic Radio, ið enn ikki hava fingið løn sína útgoldna, halda enn vakt uttan fyri bygningin, har støðin heldur til. Tey vilja hava útgerðina sum trygd fyri lønini. Tískil halda tey vakt uttan fyri støðina, so eigararnir ikki sleppa inn eftir útgerðini, sum tey hava illgruna um, at eigararnir ætla sær at stjala. Útgerðin er sambært teimum pantsett bæði í Íslandi og í Føroyum.

? Vit gevast ikki fyrr enn vit hava fingið løn. Um so hetta krevur, at støðin fer á húsagang, siga starvsfólkini, ið vóna, at onkur keypir støðina, so teimum kann tryggjast arbeiði framyvir.