Atlantic við kós móti Milano

Airbus-flogførini hjá Atlantic Airways fáa nú úr at gera. Í morgin - leygardagin - flýgur felagið fyrsta túrin til Milano í Italia, og ætlaða fráferðin er úr Føroyum klokkan 06.

Atlantic Airways veit at siga, at flogfarið til Milano í morgin er fullsett.

- Farleiðin millum Føroyar og Milano er sum kunnugt onnur farleiðin í suðurlond. Hin er millum Føroyar og Barcelona.

Samstarvið millum Atlantic Airways og Atlantic Rejser byrjar eisini hesa vikuna.

- Í dag flýgur nýggja Airbus-flogfarið úr Billund til Hurgada í Egyptalandi. Leygardagin gongur leiðin úr Billund til Antalya í Turkalandi og sunnudagin til Sharm el Sheikh í Egyptalandi.

Atlantic Airways sigur á síni heimasíðu, at nýggju Airbus-flogførini hava økt munandi um virkismøguleikarnar hjá felagnum, og flogførini eru beinleiðis orsøkin til, at felagið hevur gjørt tvær samstarvsavtalur við Atlantic Rejser um flúgving suðureftir frá 2013 til 2016.

- Ferðin til Milano í morgin er eisini eitt vegamót í flogsøguni. Nú ber føroyingum til at flúgva beinleiðis úr Vágum til norðuritalska høvuðsstaðin at skoða verkini hjá so mætum listafólkum sum Leonardo da Vinci og annars njóta matstovur, handilslív og góða veðrið har.

Lagt verður aftrat, at úr Milano slepst eisini skjótt víðari til alskyns frítíðarpláss í Italia, eitt nú vatnbýirnar Como og Lecco og Venezia, Gardasjógvin og høvuðsstaðin í Toscana, Firenze.

- Kendastur av hesum býum er helst Venezia, har siglt verður í gondol millum húsini, sigur Atlantic Airways.