Sunnudagin fleyg Atlantsflog fyrsta rututúrin til Barcelona.
Flogfarið, sum lætti sær úr Vágum klokkan hálvgum átta sunnumorgunin, var fullsett, og soleiðis verður eisini á hesi farleið í alt summar. Undirtøkan hevur verið so stór, at tað er við at verða útselt á Barcelona-leiðini fyri í ár.
- Hetta er ein stórur dagur fyri Atlantsflog og fyri Føroyar. Vit hava onkuntíð áður flogið til Barcelona, men hetta er fyrsta rutuferðin, og hetta er fyrstu ferð, at vit kunnu flúgva til Barcelona og heimaftur uttan at millumlenda fyri at taka olju, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.
Góða undirtøkan fyri Barcelona-flúgvingini hevur givið Atlantsflogi mót upp meira.
- Vit halda, at tað er grundarlag fyri at víðka flúgvingina til Barcelona næsta ár. Vit hugsa um at byrja tíðliga í juni og leingja flúgvingina heilt út í oktober mánað næsta ár. Feriutíðin hjá spaniólum er út í hálvan september mánað, og vit vita, at tað eru eisini nógvir føroyingar, sum vilja út at ferðast í oktober mánaði, sigur Magni Arge.
Tað merktist umborð á flogfarinum, at tað var ein søgulig ferð sunnumorgunin. Magni Arge helt eisini eina stutta talu fyri ferðafólkunum, áðrenn hann bjóðaði sjampanju og kransakøku.
Tá ið Airbus flogfarið lendi í Barcelona, tóku tveir brandbilar ímóti og sproytaðu flogfarið undir í vatni. Í terminalinum vóru eisini umboð fyri flogvøllin og heilsaðu upp á føroysku gestirnar, sum nú verða nógvir í tali á flogvøllinum.
- Kenslan er, at heimurin er komin nærri okkum, tá ið tað ber til at koma til eina slíka destinatión upp á so stutta tíð. Hetta letur eisini upp ein nýggjan heim fyri okkum, tá ið vit tosa um ferðamynstur bæði tá ið tað snýr seg um at flúgva føroyingar suðureftir, og eisini tá tað snýr seg um at byggja upp eina ferðavinnu við fólkum úr suðureuropa, sigur Magni Arge.
Hoyrið prát við Magna Arge niðanfyri: