Atlantsflog fer ikki at leggja seg niður fyri SAS

SAS fer nú at flúgva til Føroya. Í Atlantsflogi eru tey til reiðar at taka kappingina upp, sigur nevndarformaðurin, Niels Mortensen

Atlantsflog fer ikki at leggja seg niður

 

SAS fer nú at flúgva til Føroya. Í Atlantsflogi eru tey til reiðar at taka kappingina upp

 

- Vit leggja okkum ikki niður, men fara at taka kappingina upp, sigur nevndarformaðurin í Atlantsflogi

 

- Vit hava alla tíðina vita, at einaferð fór kappingin at koma og vit fyrireikað, nú SAS kunngerð í morgun, at tey fara at flúgva til Føroya.

 

Tað sigur Niels Mortensen, formaður í nevndini fyri Atlantsflog.

 

Atlantsflog hevur havt at kalla einkarrætt upp á ferðafólkaflúgving til og úr Føroyum og vit hava spurt nevndarformannin í Atlantsflogi, hvussu tað fer at ávirka føroyska flogfelagið, at eitt stórt felag sum SAS, nú fer at flúgva upp á Føroyar.

 

 

LES EISINI: SAS fer at flúgva til Føroya

 

 

- Sjálvt um vit hava havt einkarrætt, hava vit arbeitt sum vit vit vóru í kapping, sigur Niels Mortensen.

 

- Tískil hava vit tillagað okkum rættiliga nógv, og eg veit ikki, hvussu nógv Atlantsflog fer at broytast, hóast SAS nú eisini fer at flúgva.

 

Tí er tað eisini ilt at siga, hvørja ávirkan hetta fer at fáa á ferðaseðlaprísin.

 

- Vit hava lækkað prísin á ferðaseðlum, munandi, og teir bíligastu ferðaseðlarnir kosta nú so lítið, at næstan einki liggur eftir hjá felagnum, tí alt fer upp í avgjøldum av ymsum slagi, sigur Niels Mortensen.

 

Hann vil ikki siga, hvussu nógv, felagið hevur spart við at avtaka ókeypis matin og skeinkingina, men hann sigur, at hvørt oyra, og meiri afturat, er brúk til at lækka ferðaseðlaprísin við.

 

Hann vísir eisini á, at SAS ætlar sær bara at flúgva ímillum Føroyar og Danmark, har Atlantsflog roynir at flúgva fleiri staðir, og tað heldur hann er ein fyrimunur, eisini hjá teimum, ið skulu longur út í heim.

 

Annars heldur nevndarlimurin, at tað er altíð gott við kapping.

 

- Tá ið vit hava havt einkarrætt, hava vit einki havt at samanbera okkum við. Men eg eri ikki samdur við teimum, sum hava ført fram, at vit hava misbrúkt okkara einkarrætt til at halda prísinum uppi, tí teir eru munandi lækkaðir.

 

- Nú fáa vit so eitt annað felag at samanbera okkum við, og lat okkum nú síggja, hvat tey koma við, og so taka vit tað, sum tað kemur, sigur Niels Mortensen.

 

- Men tað skal ongin ivi vera um, at vit fara ikki at leggja okkum fløt, tí vit ætla at taka kappingina upp, leggur hann afturat.