Atlantic Airways fer at hava fimm fleiri fráferðir úr Føroyum til Danmarkar frá síðst í juni til miðjan august. Eykafráferðir vera til Keypmannahavnar hvønn týsdag, hósdag, fríggjadag og sunnudag, meðan Atlantic Airways eisini ger ein eykatúr um vikuna til Billund. Hesin túrurin verður fríggjadag. Útlendingar hava eisini sera stóran áhuga í at vitja G! Festivalin, og tí hevur Atlantsflog gjørt av, at gera eykafráferðir bæði til London og Reykjavíkar í samband við G! Festivalin.