Atlantsflog sera gott úrslit

Úrslitið hjá Atlantic Airways í 2008 var 18,6 milliónir krónur fyri skatt og 15,3 milliónir krónur eftir skatt Atlantic Airways kann í roknskapinum fyri 2008 vísa á eitt rakstraravlop á 18,6 mió. kr. fyri skatt og 15,3 mió. kr. eftir skatt. Hetta er 14. árið á rað, at føroyska flogfelagið hevur avlop á rakstrinum, og felagið er sera sterkt fíggjarliga at taka við komandi avbjóðingum.

Atlantic Airways økti í 2008 munandi um sínar inntøkur á grundrakstrinum. Úrslitið áðrenn avskrivingar, skatt og kursjavningar var 87 mió. kr. samanborið við 65 mió. kr. í 2007. Økingin var 34 prosent.

?Farna árið hevði við sær nógvar avbjóðingar, bæði væntaðar og óvæntaðar, so vit fegnast um, at vit hava gott avlop á botnlinjuni, hava økt um vanligu inntjeningina og eisini styrkt nógv um gjaldførið,? sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Gjaldførið tvífaldaðist úr 38 mió. kr. upp í 82 mió. krónur, og nevndin mælir til at rinda partaeigarunum 5 mió. kr. í vinningsbýti. Samstundis fegnast felagið um, at av øllum børsskrásettum norðurlendskum flogpartabrøvum stóð partabrævið hjá Atlantic Airways seg best í fjør.

Atlantic Airways væntar, at støðið á virkseminum innan rutuflúgving í 2009 fer at laga seg til sveiggini í búskapinum. Sum útlitini eru, verður helst talan um eina minking í ferðsluni, tí bæði útlendingar og føroyingar fara at ferðast minni, sigur felagið millum annað í tíðindaskrivi.