Atli fegnast um at verða í Topp-5 aftur (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Atla Gregersen (Víkingur) og Andrias H. Eriksen (B36). Hoyr eisini Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá Víkingi

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá sigursmálinum Gunnar Vatnhamar skoraði fyri Víking móti B36 í 76. minutti, tá liðini spældu útsetta dystin frá 5. umfari í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein fegnan liðskipara hjá Víkingi, Atla Gregersen sum stórfegnast um, at Víkingur aftur er at finna í Topp-5 í Betrideildini.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá B36, Andrias Eriksen sum heldur, at teir í B36 áttu væl og virðiliga málmøguleikar til at fáa okkurt burturúr dystinum í kvøld. 

 

Týskvøldið klokkan 18 spælir Víkingur aftur. Tá verður AB mótstøðuliðið úti í Vika á Argjum. Mikukvøldið klokkan 19 spælir B36 á útivølli móti NSÍ við Løkin í Runavík. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Støðan:

LiðDVJTMálmunurStig
1.642012:514
2.Skála64029:312
3.B36 64027:712
4.Víkingur631211:1010
5.NSÍ 63129:810
6.HB623110:89
7.TB62227:88
8.EB/Streymur62049:86
9.AB 61058:153
10.ÍF60156:161