?Er Atli Hansen farin at brúka sítt starv sum formaður í Felagnum Nótaskipum til at forða nøkrum av teimum, sum eiga nótaskip, til at byggja út, samstundis, sum aðrir júst hava bygt út?
Hetta er ein spurningur, sum limir í Felagnum Nótaskipum, nú seta sær sjálvum.
Í øllum førum er tað greitt, at onkrir limir í Felagnum Nótaskipum eru ikki so fegnir um, at formaðurin í felagnum skrivar grein eftir grein í bløðunum um at tað er neyðugt at tálma útbyggingini av svartkjaftavinnuni.
Ein av teimum nótareiðarum, sum bara hevur eitt gamalt og lítið nótaskip, er Jákup Olsen í Vági, og vit hava spurt hann, um hann er samdur við formannin hjá sær, at vit nú eiga at tálma útbyggingini av nótaflotanum.
Tað er hann ikki.
Og hann er eisini misnøgdir við, at Atli Hansen brúkar sítt starv, sum formaður í felagnum Nótaskipum til at heita á landsins myndugleikar um at steðga útbyggingini av nótaflotanum.
? Tað eru átta limir í felagnum Nótaskipum og eg kann ikki hugsa mær, at eg eri tann einasti, sum ikki taki undir við formanninum, sigur Jákup Olsen.
Jákup Olsen sigur annars, at málið er ikki viðgjørt í felagnum og tí dugir hann ikki at síggja, hvussu Atli Hansen kann úttala seg fyri Felagið Nótaskip.
Reiðarin í Vági ivast eisini í, um tað tænir áhugamálunum hjá Nótaskipum, at formaðurin áhaldandi fins at og hartar landsstýrismannin í fiskivinnumálum.
Helst hevði tað tænt okkum betri at samstarva við hann og at víst á gongar leiðir, heldur enn at gera hann til ein mótpart hjá felagnum.
Atli ger mismun
Jákup Olsen sigur, at eitt er, at Atli Hansen ger seg til talsmann fyri, at nýggj loyvi ikki verða.
? Men hann kann ikki gera seg til talsmann fyri, at vit, sum eru í vinnuni, ikki skulu sleppa at byggja út.
Hann vísir á, at tað sær eitt sindur merkiligt út, at beint tá ið nakrir nótabátar eru skiftir út við størri og betri skip, skal Atli Hansen gera seg til talsman fyri at leggja lok á.
? Hvat so við okkum, sum eiga Saksaberg? Og hvat við øðrum bátum bátum, sum eisini eru lítlir og ótíðarhóskandi? Skulu vit ikki sleppa at skifta skipini út við størri og betri skip spyr Jákup Olsen.
Vit mugu koyra á
Jákup Olsen heldur tvørturímóti, at tað hevur alstóran týdning, at føroyingar koyra á at fiska svartkjaft.
? Vit hava ikki havt skip til at fiska nakað serligt av svartkjafti. Tí hevur tað eisini verið trupult at kravt nakað serligt av kvotu.
? Og leggja vit ikki doyðin á at fiska meiri svartkjaft, verður tað eisini trupult í framtíðini at krevja nakað serligt av kvotu.
Og nettupp tí leggur Jákup Olsen dent á, hvussu stóran týdning tað hevur hjá føroyingum at fiska meiri svartkjaft.
Samstundis sær hann svartkjaftin sum ein av teimum heilt fáu møguleikunum, vit hava, til at menna fiskivinnuna, tí toskurin, hýsan, upsi og onnur fiskasløg, eru so hart troytt, at har eru neyvan møguleikar at fáa meiri burturúr. í hvussu so er til nøgd.
? Svartkjafturin er einasti fiskurin, vit eiga eftir og tað ber ikki til at lata hann gleppa okkum av hondum.
Tvørturímóti eiga vit at fiska sum mest fyri at styrkja okkara støðu.
Íslendingar og norðmenn skulu parkerast
Reiðarin á Vági ásannar kortini, at tað kann koma at sansa at hjá summum bátum, um kvotan, vit fáa, ikki verður nóg stór.
? Men so er bara eitt at gera. Og tað er at fáa svartkjaftakvotuna hækkaða.
Sostatt heldur Jákup Olsen, at tað er ógvuliga umráðandi hjá føroyingum at leggja á annan bógv og at krevja eina hægri kvotu.
?Tað hevur stóran týdning, at vit ikki góðtaka, at fáa eina so lítla svartkjaftakvotu, at tað ikki verður nóg mikið til eina veruliga, føroyska vinnu.
Hann sigur, at fyri at fáa eina hægri kvotu, er tað neyðugt, at føroyingar parkera íslendingar og norðmenn úti á síðulinjuni í eina tíð og fara at samráðast við ES ístaðin um svartkfatin.
?Íslendingar og norðmenn hava nýliga samráðst aftanfyri ryggin á føroyingum um toskin í Smoguhavinum, og tað fekk avleiðingar fyri føroyingar, tí tá góvu norðmenn íslendingum burturav toski, sum vit eiga sáttmálarætt til.
? Tí er tað onki forgjørt í, um vit parkera teir á síðulinjuni í hesum málinum, tí teir hava gjørt tað sama ímóti føroyingum.
Jákup Olsen sigur, at tað sindri av svartkjafti, sum er í norskum og íslendskum sjógvi er so lítið, at tað er onki at tosa um.
? Allur svartkjafturin av týdningi er í ES og føroyskum sjógvi. Tað eru ES og vit, sum eiga svartkjaftin. ? Sostatt eru tað vit og ES, sum eiga at samráðast um svartkjaftin. Og tí eiga vit at taka fyrstu violinina frá íslendingum og norðmenn í hesum máli og venda okkum til ES at samráðast um at býta svartkjaftin.
Higartil hava vit mest brúkt svarkjaftin til at býta um við botnfiskakvotur aðrastaðni.
Men tann møguleikan heldur Jákup Olsen, at vit kunnu varðveita.
? Tað veldst aftur um, hvussu stóra kvotu, vit fáa í okkara part, sigur hann.