AB liggur á fjórða plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men er einans tvey stig frá uppflytingarplássi.
Tískil var tað eitt ógvuliga tendrað heimalið, ið FC Roskilde møtti og sum teir eisini máttu lúta fyri.
Tíbetur fyri Atla Danielsen spældu Thisted og Hvidovre, sum liggja beint aftanfyri FC Roskilde, javnt. Tað merkir, at hvørki av hesum báðum liðum yvirhálaðu FC Roskilde, sum sostatt framvegis er 11. plássi, men við bara trimum stigum niður til niðurflytingarmarkið.
Tað eru bara tvey umfør eftir at spæla í donsku 1. division. Næsta vikuskifti vitja Atli Danielsen og teir hjá Hvidovre, sum liggur eitt stig aftanfyri FC Roskilde. Við einum sigri kunnu teir sjálvir tryggja sær pláss í deildini aftur næsta ár, og tí verður talan um ein sannan botngysara sunnudagin.