Atli til hús sum av torvheiðum

Landsliðsspælarin og fyrrverandi KÍ liðformaðurin heldur seg hava lært av Sogndal túrinum, hóast fótbóltsliga avbjóðingin á ongan hátt gjørdist tann, sum lagt varð upp til - eitt nú orsaka av landsliðnum

LANDSLIÐSSPÆLARI UTTAN FELAG

Í næstu viku fer landsliðið til Ísraels, har teir leygardagin í næstu viku skulu spæla í Tel-Aviv. Millum úttiknu spælararnar er Atli Danielsen. Spæliloyvið er framvegis í Sogndal, sum hevur leigað KÍ spælaran fram til 1. november. Atli kom fyrr í vikuni aftur til Klaksvíkar. Í gjárkvøldið vandi hann við KÍ. Hann fer ikki aftur til Noregs, og hann sleppur ikki at hjálpa KÍ, nú teir móti trimum av oddaliðunum skulu stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini. Tað sokallaða vindeygað er afturlatið.
- Hetta gekk ikki soleiðis, sum eg hevði roknað við. Eg fekk ongantíð møguleikan millum teir fyrstu ellivu í Sogndal. Tá ið eg fyri knappliga tveimum mánaðum kom yvir, vóru fleiri spælarar skaddir. Nú eru teir komnir fyri seg aftur. Venjarin var meiri sinnaður at brúka teir enn meg, og tá ið venjarin ikki hevði ætlanir um at brúka meg, so bað eg um at sleppa til hús nú, og tað høvdu teir einki ímóti, greiðir Atli Danielsen frá.
Iðrar tú teg um, at tú fórt avstað?
- Eg iðri meg um, at eg ikki havi havt møguleika at spæla so nógv, sum eg hevði roknað við. Um eg hevði havt verið í Klaksvík, so hevði eg havt møguleikan at spæla við KÍ. Eg hevði greiða fatan av, at eg skuldi spæla og ikki sita á beinkinum í Sogndal. At tað ikki gekk soleiðis, tað iðri eg meg um. Eg havi ikki mist áhugan fyri at royna meg uttanlands, men túrurin í Sogndal hevur givið mær nakrar royndir, sum siga mær, at tað ikki bara snýr seg um fótbóltin. Tað hevur alstóran týdning at umhvørvið og tað sosiala er upp á pláss, staðfestir Atli Danielsen.
Hjá uttanfyri standandi kann tað tykjast undarligt, at liðformaðurin hjá KÍ, sum alt kappingarárið hevur verið illa statt í botninum, mynstraði av skútuni mitt í kappingini.
- Atli Danielsen hevur verið góður stuðul hjá okkum í fleiri ár. Í fjør royndarvandi hann í Sogndal. Tá spurdist einki burturúr. Nú fekk hann møguleikan. Vit kendu á honum, at hann var spentur at royna nýggja avbjóðing, og so vildu vit ikki steðga honum. Atli er stak fryntligur og fyrikomandi, men tað hevði ivaleyst verið torført hjá honum at góðtikið, um felagið, sum hann hevur tænt so leingi, hevði spent bein fyri møguleikanum, sum kanska kundi bera størri avbjóðingar við sær. Tí gjørdu vit í nevndini av at leiga hann út, sigur John William Joensen í KÍ.
John William undrast yvir, at tað skuldi hilnast so illa hjá Atla í Noregi:
- Vit hava spurt okkum fyri í Sogndal, hvussu tað kundi bera til, at teir ikki kundu brúka spælaran, tá ið teir vóru so altráðir at fáa hann. Svarið var, at hann var ikki nóg væl fyri, og at hann var ov nógv burtur við landsliðnum. Vit undrast framvegis, tí teir vistu, hvussu væl Atli var fyri, og teir vistu, at hann fór at verða burturi við landsliðnum.

Status hevur týdning
Jákup í Stórustovu var umboðsmaður hjá Atla Danielsen. Hann greiðir soleiðis frá:
- Sogndal visti, hvør Atli var, og hvat hann stóð fyri. Teir kendu hann, og teir vildu hava hann. Hann hevði í fjør royndarvant har yviri, og hann hevði stutt frammanundan at leigusáttmálin varð undirskrivaðu spælt tveir landsdystir.
Undrast tú á, at tað hilnaðist so illa í spælitíð hjá Atla í Sogndal?
- Vit mugu staðfesta, at soleiðis gekk tað. Hvussu tað fer at hilnast ber ikki til at siga frammanundan, men teir kendu fyritreytirnar. Talan var um akutta støðu hjá teimum, men hon broyttist skjótt eftir, at Atli var komin til Sogndal, tí onkrir, sum høvdu verið skaddir, komu fyri seg aftur. Harafturat var tað í Sogndal høpi óheppið, at Atli var burturi í landsliðsørindum. Ásetingarnar siga, at eitt felag skal eiga tríggjar spælarar á landsliðnum, áðrenn tað skal bera til at útseta dystir. Tað átti Sogndal ikki. Jón Rói Jacobsen hevur verið í somu støðu í Frem. Men har hava teir útsett dystirnar, tí bæði Gunnar Nielsen og Jón Rói Jacobsen hava verið burturi frá, og tí felagið hevur átt ein spælara á U 21 landsliðnum. Onkra ferðina hevur Jón Rói mist landskappingardyst orsakað av landsliðsørindum, men tað hevur ikki kostað. Jón Rói er fastur maður og væl kendur í Frem, meðan Atli Danielsen var nýggjur og ikki fastur maður í Sogndal, sigur Jákup í Stórustovu.
Tá ið Atli Danielsen kom aftur til Sogndal eftir landsdystin móti Ísrael, var hann sinnaður rættiliga at stríðast fyri søkini tær vikurnar, sum vóru eftir at leigusáttmálanum.
- Men tað kiksaði. Eg beklaði í fyrstu venjingini og kundi tískil ikki venja við fullari ferð. Frammanundan hevði eg spælt tríggjar lítlar løtur, og tá ið fyritreytirnar nú ikki vóru nakað serligar, spurdi eg um at sleppa heim, og nú eri eg aftur í Klaksvik, staðfestir Atli Danielsen.
Droymir tú framvegis um at spæla uttanlands?
- Eg havi farloyvi frá arbeiðnum her í Klaksvík. Eg fari aftur til arbeiðis, tá ið vit koma aftur úr Ísrael. Ætlanirnar hjá KÍ fyri komandi ár síggja spennandi út. Hvussu tað annars verður, fer bara tíðin at vísa, sigur Atli Danielsen.