Sjálvt um Atli Gregersen, sum liðskipari átti heiðurin at taka ímóti løgmanssteypinum valdi hann at lata heiðurin til málmanslegenduna hjá Víkingi, Geza Turi: - Eg vildi vísa hvussu góðir vit eru við Geza, sum hevur spælt fótbólt her í 10 ár.
Atli fekk eitt innskot um, at hesaferð var tað rættast, at Geza Turi tók ímóti steypinum. Tí sum Atli legði herðslu á, so er ikki víst hvussu nógv ár Geza Turi spælir fótbólt á hægsta støði aftrat.
Í beinleiðis práti við Trónd Arge á Rás2 helt Atli, at Víkingur hevði gott tamarhald á støðuni, og eingin ivi var hjá honum um, at sigurin var uppiborin.
Tað ber til at hoyra prátið hjá Tróndi Arge við Atla Gregersen undir myndini.