Átta bilførarar tiknir fyri ymisk lógarbrot

– Og ein persónur hevur ligið í brummuni, tí hann gjørdust frá sær sjálvum

Løgreglan hevur gjørt nakað burtur úr at kanna ferðsluna – og heldur ikki hesa ferð var tað til fánýtis. Løgreglan sigur, at fimm bilførarar fingu 1.000 krónur í bót í part fyri at hava brúkt hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu bil. Og ein annar bilførari fekk somuleiðis 1.000 krónur í bót tí hann sat ikki í trygdarbelti ímeðan hann koyrdi.

 

Harafturat fáa tveir bilførarar ímillum 2.000 og 2.500 krónur í bót fyri at koyra ov skjótt. Teir vórðu tiknir á einum strekki har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman og annar koyrdi beint undir 70. Hin er skrásettur fyri at koyra 76 kilometrar um tíman, so hann fær eisini klipp í koyrikortið.

 

Annars varð løgreglan eisini boðsend heim til fólk tíðliga í gjáramorgunin, tí ein persónur varð vorðin frá sær sjálvum. Talan var um ein, sum var komin at vitja, so tá ið løgreglan kom eftir viðkomandi, tóku tey eisini viðføri við, tí húsfólkið vildi ikki hava hann inn aftur. Hann varð settur í brummuna har hann lá til í gjárkvøldið, tá ið hann var leyslatin aftur ogso mátti hann finna sær aðra gisting onkra aðrastaðni.