Ferðamannaskipið Artania, sum liggur á Havnini í dag, er komið úr Reykjavík, og úr Føroyum gongur leiðin til Invergordon í Skotlandi.
Tórshavnar havn upplýsir, at Artania er 231 metrar langt og talið av ferðafólki, sum er við skipinum, er 940, meginparturin týskarar.
- Í morgin koma tvey ferðamannaskip aftrat. Annað kemur á Havnina, og hitt kemur á Oyrareingir.
Lagt verður aftrat, at Albatros, sum kemur á Havnina við 687 ferðafólkum, meginparturin týskarar, er 205 metrar langt.
- Skipið, sum kemur á Oyrareingir, er Discovery, sum er 169 metrar langt og hevur 670 ferðafólk, meginparturin bretar.
Tórshavnar havn veit at siga, at við skipunum, sum koma á Havnina og á Oyrareingir í morgin, eru nú átta ferðamannaskip eftir at koma.
- Størsta ferðamannaskipið í ár kemur, sum tað seinasta í ár, á Havnina 27. september, og tað er 294 metrar langt.
Lagt verður aftrat, at samlaða talið av ferðamannaskipum, sum í ár vitja høvuðsstaðarøkið, er 48.
- Tey flestu hava ligið við Havnarmola, eini tvey hava ligið á reduni, og okkurt einstakt hevur ligið við havnalagið á Oyrareingjum, sigur Tórshavnar havn.
Myndina av Artania við Havnarmola tók Sigmar Mørkøre um middagsleitið í dag.